Lýsing
Lýsing
Lýsing

GLOYMDUR - bókaframløga í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.09.2019 - 08:45 Mentan Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 20. septembur kl. 20.15 verður forkunnug bókaframløga í Spinnarínum.

Bókin, ið verður løgd fram, er skaldsøgan GLOYMDUR, ið er fyrsta útgávan hjá journalistinum, Solby A. Christiansdóttir.

Ein maður liggur til at doyggja á landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya Sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini.

Bókin byggir á veruligar hendingar - um deyðasjúka mannin og sjúkrahúsverkið. 

 

Skráin verður hendan: 

Hans Andrias Jacobsen spælir tvey til trý løg.

Uni Holm Johannesen prátar við rithøvundin, Solby A. Christiansdóttir.

 

Eftir framløguna verður okkurt gott til góma og háls sjálvandi at fáa eins og rithøvundurin skrivar í bókina, ið verður til sølu fyri serprís hetta kvøldið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni