Lýsing
Lýsing

Dysturin um at bjóða B36 av

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.09.2019 - 11:03 Ítrottur Tíðindi

Í morgin spæla NSÍ og KÍ avgerandi dyst, har taparin mest sannlíkt er úti av FM-stríðnum.

Tað stendur nógv uppá spæl í Runavík í morgin, tá NSÍ og KÍ bresta saman í Betri Deildini hjá monnum. Bæði liðini eru fimm stig aftanfyri oddaliðið B36, men hava hendan dystin til góðar. Vinnarin kann sostatt fylgja við B36. KÍ hevur eisini ein dyst til góðar móti B36, so í grundini kann KÍ avgera alt sjálvt enn.

 


Í Runavík hevur KÍ havt tað sera trupult seinnu árini. Av seinastu 11 innanhýsis dystunum hevur KÍ bara vunnið einaferð. Oddaliðið B36 hevur mest sannlíkt bara tríggjar dystir - hinir báðir eru móti botn 5 liðum, har B36 einki stig hevur ''mist'' í ár - eftir, har liðið kann ‘’missa’’ stig, so ein munur á 4-5 stig verður helst ov stórur at innheinta hjá NSÍ og KÍ seinastu fimm umførini. Tí er taparin mest sannlíkt úti av FM-stríðnum og endar tað við javnleiki, so eru bæði liðini mest sannlíkt úti av FM-kappingini.

 


Avgerandi dysturin við Løkin í Runavík mikukvøldið byrjar kl. 19.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunala Eftirlitið kannar valagn
Tøkk
Fleiri vegir verða asfalteraðir
Norðlýsið á gøtuni
Læra av Bakkafrost
Danmark-Føroyar í oktober
Fylg makrel­kanningu­num 2020
Tað spruttar av lívi í Klaksvíkar Róðrar…
Tróndardagur í Gomlu Norð­ragøtu
Løgtingsvalið í Klaksvík 1994
Marknaðargrundað skipan í Havn
Team Klaksvík hevur tveir útlendskar mál…
Lógaruppskot um bústaðaætlan til hoyring…
Team Rynkeby á ferð í Føroyum
Silvur­brúdleyp - June og Trygvi
Minningarorð - Osmund Berg
CO -neutralar farteldur koma til Føroyar
Svimji­høllin í summar
Grindin í Árnafirði fekst ikki til merki…
Matstovur bjóða vælkomin