Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkatingslimir á vitjan

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  18.09.2019 - 15:35 Politikkur Tíðindaskriv

Limir í danska Fólkatinginum eru í hesum døgum í Føroyum á vitjan, og í dag var Jógvan Skorheim, borgarstjóri vertur fyri teimum í Klaksvík. Ferðalagið telur 16 fólk og endamálið við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir.

Vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har borgarstjórin hevði eina stutta framløgu, har hann greiddi frá um Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga fyri økinum og spurdu eitt nú nærri um fólkavøksturin, sum Klaksvíkar kommuna og Føroyar hava upplivað seinnu árini. Harafturat vóru tey kunnaði um nakrar av verkætlanunum, sum í løtuni eru í gongd í Klaksvík.

Fólkatingslimirnir vitjaðu eisini útibarnagarðin Fjallafípuna, sum liggur í vakra náttúruumhvørvinum Úti í Grøv, har starvsfólk og børn bjóðaðu vælkomin. Niels Juel Arge, leiðari vísti donsku gestunum runt á stovninum, og sigast má, at tey vóru hugtikin av vakra umhvørvinum. Bjørn Brandenborg, ið eisini er hálvur føroyingur, helt fyri, at hetta eru heilt einastandandi umstøður.

- Tað eru serliga tvær orsøkir til, at eg haldi hetta vera ein spennandi stovn. Fyri tað fyrsta, so koma øll børn at kennast, áðrenn tey fara í skúla. Fyri tað næsta, so kann stovnurin gera brúk av náttúruni kring stovnin. Harumframt leggja tey fokus á tey sosialu sambondini, og í minni mun á bøkur og tøl. Tað dámar mær væl, tí tað skulu tey nokk læra seinni, sigur Bjørn Brandenborg.

Donsku gestirnir vitjaðu eisini í Christianskirkjuni, á Kósini og í pumpihúsinum, har Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri greiddi frá um framkomnu sjóhitaskipanina, sum verður klár at taka í brúk í næstum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett