Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri samtakið gott hálvár

SKRIVAÐ: Betri  |  19.09.2019 - 16:52 Tíðindaskriv Vinna

Tað gongur væl í føroyska samfelagnum, og tað sæst aftur í úrslitinum hjá Betri samtakinum. Fyrra hálvár 2019 hevði samtakið ein vinning áðrenn skatt upp á góðar 177 mió. kr. Úrslitið hjá samtakinum er avleiðing av góðu úrslitunum í dótturfeløgunum umframt jaligu gongdini á virðisbrævamarknaðinum.

Betri Banki fegnast um økt útlán til kundar, samstundis sum rakstrarkostnaðurin er minkaður. Bankin hevur veitt lán um alt landið, og vøksturin er størstur uttanfyri Havnina.

Savnaða úrslitið hjá Betri Trygging er gott, hóast nógvir stórir brunaskaðar hava verið á sethús farna hálvárið. Góða úrslitið er serliga orsakað av einari stórari afturføring av eini skaðaavseting.

Betri Pensjón hevur havt vaksandi virksemi við góðum avlopi seinastu árini. Avkastið frá íløguvirkseminum hjá Betri Pensjón farna hálvár hevur eisini verið gott. Kundarnir hava í miðal fingið eitt gott avkast fyrra hálvár.

Farna hálvárið hjá Betri Heimi vísir, at eftirspurningurin eftir ognum í Føroyum framhaldandi er sera høgur. Kappingin um at selja hús er tó harðnað, nú fleiri meklarar eru komnir á marknaðin.

“Vit hava sum endamál at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Vit eru eitt serføroyskt fíggjarsamtak, sum savnar seg um føroyska kundan, og tí er tað gott at síggja, at búskapargongdin í føroyska samfelagnum er góð, og at vit fáa hjálpt kundunum við at veita fígging og heim, og at tryggja tey gjøgnum skaðatryggingar, lívstryggingar og pensjónsuppsparingar,” sigur Evy Jacobsen, stjóri í Betri samtakinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…