Lýsing
Lýsing
Lesandi á Fróðskaparsetrinum fingu undirvísing í Klaksvík í dag. Kári Holm Johannsen vantar á myndini. | Mynd: Jóhann Lützen

Akademikarir í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.09.2019 - 15:51 Mentan Tíðindi

Føroya Bjór var karmur um lektión har spenningurin millum útjaðaran og miðstaðin varð settur undir luppin. Undirvísari og lesandi á Fróðskaparsetrinum settu Norðlýsið stevnu og kjakast varð við eldhuga

Kári Holm Johannesen er undirvísari á Fróðskaparsetrinum. Hansara næmingar hava m.a. hugt at útjaðara- og miðstaðarkjakinum, sum hevur koyrt seinastu tíðina og sum eisini kom týðuliga til sjóndar í júst farna løgtingsvali. 

Í hesum sambandi vóru tey farin úr fjálgu undirvísingarhølunum í Tórshavn norður til Klaksvíkar at hoyra meira um hesa konfliktlinju. 

Norðlýsið hevði framløgu um orsøkir til spenningarnar millum Norðoyggjar og Miðstaðarøkið úr søguligum og samfelagsligum perspektivi. 

Tey lesandi tóku væl undir og at enda fingu øll eitt áhugavert kjak. 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stóri bankatosku­rin ein eftirspurd vøra
Er róðrið av Hollington ella av Albert
Jenis hevur ráð til sína Jorsalaferð
Vaktarskifti á Reyni Service
Sangløta við Sveini í Prestgarði leygark…
Leggja rørini til skoytubreytina
John E. Høj 90 ár
Næmingar royndu billardspæli
Nýtt viðgerðartilboð móti Parkinson
Team Klaksvík fingið nýggja nevnd
Syngið við í Christians­kirkjuni
Landsverk fer at arbeiða í Leirvíks­tunnl…
FK-kapping í vikuskiftinum
Móttøka hjá Toyota í Klaksvík
Útróðurin í dag
Kanningar­arbeiðið av hending­ini við Sjob…
Eik Banki misti 90 mió. kr. tí umboð fyr…
Klaksvíkar Handils­felag klárt til jólasø…
Bakkafrost: Møguleiki at keypa nýggj par…
Úrslitið av lands­seyðasyning­ini kunngjør…