Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Televarpið (Skýggjamynd)

Hetta er dysturin sum kann lumpa KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.09.2019 - 11:18 Ítrottur Tíðindi

Á pappírinum er dysturin sunnudagin ein, sum KÍ eigur at vinna. Men søgan og gongdin í ár siga okkum, at hetta eisini kann blíva dysturin, sum lumpar KÍ í endaspurtinum.

AB-KÍ í endaspurtinum. Tá hugsa nokk øll KÍ-viðhaldsfólk tað sama. Dysturin á Argjum í 25. umfarinum í 2016, har AB vann 3-1 móti KÍ. Uppá 8 minuttir í fyrra hálvleiki avgjørdi AB dystin, har KÍ næstan allar hinar minuttirnar var greitt betra liðið. Nevnast kann, at málskjúttarnir hjá AB hendan dagin vóru Dion Splidt og Patrik Johannesen, sum báðir hava umboðað KÍ seinni. Hetta var dysturin, har KÍ misti oddasessin og møguleikan sjálvt at avgera alt. AB lá til niðurflyting og flutti niður, tá kappingin var av. KÍ fekk ongantíð FM-møguleikan aftur. 

 


AB er væl fyri

Í 2019 líkist støðan nakað henni í 2016. Vit eru í 23. umfarinum ístaðin fyri 25. umfarinum og AB flytir ikki niður hesaferð. KÍ hevur enn alt í sínum hondum, hóast liðið liggur nr. 2, tí liðið hevur innanhýsis dyst eftir móti oddaliðnum B36. 35 stig skilja liðini, men tó fær KÍ helst ein truplan dyst. Vit skulu bara aftur til Norðoyastevnu í ár, har AB førdi líka til yvirtíðina fyri síðani at missa alt. KÍ hevur fyrr í ár tapt móti TB.

 

AB hevur fingið stig í fimm av seinastu sjey dystunum:

AB-EB/Streymur 1-1

Skála-AB 0-1

AB-ÍF 3-1

AB-NSÍ 1-5

AB-B36 1-2

TB-AB 0-1

Víkingur-AB 1-1

 


Dysturin á Argjum sunnudagin byrjar kl. 17.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund