Lýsing
Lýsing

Heilsan: Góðan ruddingardag øll somul

SKRIVAÐ: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður  |  21.09.2019 - 10:00 Politikkur Tíðindaskriv

Sum partur av altjóða ruddingardegnum fara í dag fara hundraðtals føroyingar at rudda kring alt landið. Hetta sigur nógv um góða førningin í føroyinginum. 

Tí vit kundu spurt um ein einsamallur dagur ger mun? 
 
Tíbetur halda tey flestu, at hann ger stóran mun. 
 
Vit eiga øll at standa saman um okkara umhvørvi. Hin einstaki kann gera mun, og saman kunnu vit gera stóran mun. 
 
Styrkin í sjálvbodna arbeiðinum í Føroyum hevur altíð vakt eina stóra virðing í mær. Tað gleðir meg, at sjálvboðin, kommunur, fyritøkur og onnur samstarva um at rudda okkara land.
 
Øll vit í politisku skipanini vilja verja okkara viðbreknu náttúru og umhvørvi. Vit vilja avmarka dálkingina. Men fyri at fáa eitt grønari og burðardyggari samfelag er neyðugt, at borgarar, vinna og politikarar samstarva.  

Sum land eiga vit at seta okkum sum tað mál, at Føroyar skulu vera tað reinasta og mest burðardygga landið í heiminum. Latið okkum øll síggja virðið í einum reinum umhvørvi, har vit øll eru vinnarar, útflutningsvinnan, ferðavinnan og borgarar.
 
Ruddingardagurin í dag er eitt stig á leiðini.  
 
Góðan ruddingardag, góðu føroyingar!
 
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem skírisdag í Varpinum
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald