Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bert eitt lítið lot eftir vøllinum á Argjum í dag. Klárt er niðri við vøllin, tó at skýggjað er í erva. Hitin er 11 stig við vøllin í dag. Myndirnar eru frá middegi í dag. Ein Kí-fjeppari í høvuðsstaðnum tók myndirnar fyri meg. | Mynd: Páll Nolsøe Slættanes

Gott fótbóltsveður í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.09.2019 - 12:36 Tíðindi Veðrið

Í dag er tað luft allan vegin úr Grikkalandi, sum rekur hendaveg. Hon er kølnað úr 20-22 stigum á Balkanhálvoynni niður í 10-12 stig, tá ið hon hevur ferðast norðureftir, tvørtur um alt meginlandið í Evropa og so til endans um Norðsjógvin, áðrenn hon merkist her hjá okkum.

Heita luftrákið úr suðurlondum yvir Føroyum fær frið fyri teirri køldu luftini frá Norðpólinum í dag. Tann kalda leypur á ta heitu sunnan fyri Ísland, men regnið frá tí blandinum fer ikki at raka Føroyar fyrr enn seinnapartin í morgin.

So, tá ið dystur er seint seinnapartin í dag inni í Vika ímillum AB og KÍ fer at vera lot ella gul av landsynningi-eystri, undir 5 m/s. Hetta er næstan beint eftir vøllinum frá eystara málinum og niðan í Havnadal. Vindurin fer neyvan at ávirka dystin.

Tað verður skýggjað, men klárt niðri við vøllin – t.e. ikki sama toka sum á Tórsvølli í gjár, tá ið mestsum einki sást onkra løtu.

Hitin fer at liggja um 11-12 stig.

Góðan dyst og koyr á KÍ!!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!