Lýsing
Lýsing
Bárður á Steig Nielsen, Jakob Elleman-Jensen og Edmund Joensen

Statsministarin: Føroyar áhugaverdar í veðurlagshøpi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2019 - 19:43 Mentan Politikkur Tíðindi

Í dag varð Fólkatingið sett, og sum siður og krav er skal forsætismálaráðharrin ella statsminstarin greiða Fólkatinginum frá støðuni í ríkinum. Vanliga fáa Føroyar eina ávísa – ikki altíð stóra – rúmd, og hesaferð vórðu Føroyar umrøddar í sambandi við veðurlagsbroytingarnar og sum áhugaverdar í arktiskum høpi. 

Arktis er serliga áhugavert, tí veðurlagsbroytingarnar allarhelst fara at gera, at siglandi verður í Íshavinum, har tað nú er ísur, ið hvussu er partar av árinum. Tað letur upp nýggjar siglingarfarleiðir, og tað er serliga vegna sína staðseting í sambandi við hesar nýggju leiðirnar, at Føroyar eru áhugaverdar.

Mette Frederiksen hevur longu verið og vitjað í Grønlandi, og hon segði, at nú Føroyar hava havt val, hevur hon eisini avtalað við nýggja løgmannin, Bárð á Steig Nielsen, at hon eisini kemur til Føroya á vitjan. Forsætismálaráðharrin var opin fyri at menna samstarvið, og ætlaði at vera meira opin og kunna Føroyar um mál av føroyskum áhuga. Dentur varð lagdur á, at vit í ríkinum eru 3 ymisk fólk, ið hava 3 ymiskar mentanir, men at vit eisini hava ein sterkan felagsskap.

Orðini, ið viðvíktu Grønlandi, vóru munandi meira døpur. Hon kom inn á sjálvmorð, barnamisnýtslu, rústrupulleikar og veðurlagskreppuna, sum rakar Grønland munandi meinari enn hini bæði londini í ríkisfelagsskapinum.

Avbjóðingarnar eru sostatt serliga stórar í Grønlandi, men annars vildi statsministarin raðfesta samstarvið við bæði Grønland og Føroyar. Orðarætt segði hon: “Jeg vil give [Grønlandi og Føroyum, blm.] en åben invitation til samarbejde på områder, hvor det kan være til fælles gavn.”

Mette Frederiksen kemur til Føroya í november mánað.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Corona: Ein tilburður staðfestur
KÍ vendi aftur øllum og vann
Vitja 5 fjallatoppar og vinn
Kirkju­bøkur­nar í Eysturoynni
Kaj Leo Holm Johannesen helt røðu til pr…
Upptakt: KÍ-TB
Søla í smáttunum
Kommunala Eftirlitið kannar valagn
Tøkk
Fleiri vegir verða asfalteraðir
Norðlýsið á gøtuni
Læra av Bakkafrost
Danmark-Føroyar í oktober
Fylg makrel­kanningu­num 2020
Tað spruttar av lívi í Klaksvíkar Róðrar…
Tróndardagur í Gomlu Norð­ragøtu
Løgtingsvalið í Klaksvík 1994
Marknaðargrundað skipan í Havn
Team Klaksvík hevur tveir útlendskar mál…
Lógaruppskot um bústaðaætlan til hoyring…