Lýsing
Fitt av vindi í morgin. Skrið. Tað er beint undir stormi. Mesti vindurin er um morgunin og fyrrapartin. Tá regnar eisini illa kring alt landið. Um kvøldið er frægari. | Mynd: shutterstock.com

Skrið í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.10.2019 - 19:27 Tíðindi Veðrið

Tað fer at vera fitt av vindi í morgin. Vindurin fer at veksa eitt sindur í nátt, og tá ið fólk fer til arbeiðis um 8-tíðina í morgin, er vindferðin komin upp í 15 til 20 m/s úr landsynningi.

Tað fer at regna í nátt. Regnumráðið nærkast av vestri, so tað fer fyrst at regna í Vágum. Tað verður um 6-7 tíðina. Klokkan 8 regnar í øllum landinum – mesta regnið vestanfyri.

Á middegi fer at minka við regninum – tað fer ikki at slíta í, men onkur turr løta uppií. Samstundis fer ættin niður í landsynning-sunnan, og vindferðin fer at minka. Um nátturðatíð er vindferðin komin niður í 7 til 12 m/s.

Týsdagin fer vindurin ikki at vera líka nógvur, og heldur ikki líka nógv regn. Ættin fer at liggja úr landsynningi-suðuri, vindferðin um 7 til 12 m/s, turt í løtum, men eisini regn. Serliga eina løtu báðumegin middag.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Gadus afturkomin
Nýggi blokkurin komin umborð á Norðborg
KÍ hevur ongantíð vunnið við Margáir
Ónøgd um privatiser­ingar og SEV
Maria setti føroyskt met í 400m
Húsarhalds­skúlin: Alt væl
Bátatreffið avlýst
Tveir nýggir koronatilburðir eru staðfes…
Rógvi og Rigmor blivu føroyameistarar í…
Heilsan til M.C.
Spøl, felagssangur og framførsla íkvøld
Gott úrslit hjá BankNordik hóast eitt…
Føroyar varðveitir kredittvirðið
Tøkk - Sunvid Asta Højgaard, fødd Hansen
Børnini skulu hava betri karmar – nýggju…
Væleydnaða rørsluátakið hjá ÍSF og Fólka…
Grindir­nar nærkast hvørjari aðrari
Alneyðugt at tryggja atgongd­ina til nátt…
Kinkur komin í um Húsarhaldsskúlan
Løgmansrøðan verður vigað