Lýsing
Lýsing

Lættari hjá fyritíðarpensjónistum at flyta

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.10.2019 - 08:24 Politikkur Tíðindaskriv

Í dag var fyrsta viðgerð av lógaruppskoti í Fólkatinginum, sum hevur til endamáls at taka burtur tær markaforðingar, ið raka fyritíðarpensjónistar, tá ið teir flyta bústað innan fyri ríkisfelagsskapin.

Síðani Danmark framdi eina lógarbroyting á pensjónsøkinum í 2003, sum millum annað tók burtur bólkingarnar av fyritíðarpensjónistum í ávikavist lág, miðal og høg gjøld, eru føroyskir fyritíðarpensjónistar komnir í klemmu millum lóggávurnar innanfyri ríkisfelagsskapin. Lóggávan í Føroyum hýsir framvegis ymsu bólkingunum av fyritíðarpensjónistunum, men tá ið ein partvíst fyritíðarpensjónistur er fluttur úr Føroyum til Danmarkar, hevur verið trupult at seta føroyingarnar í donsku skipanina.

- Tískil legði eg, saman við Edmundi Joensen, í 2013 fram eitt uppskot um, at Fólkatingi skal binda seg til at virka fyri at beina burtur slíkar markaforðingar í Ríkisfelagskapinum, segði Sjúrður Skaale undir viðgerðini av lógaruppskotinum. Tað uppskotið bleiv einmælt samtykt, og síðani eru fleiri forðingar beindar burtur.

Lógaruppskotið um fyritíðarpensióistarnar hevur verið leingi ávegis, men eftir drúgt og produktivt samstarv millum Danmark, Føroyar og Grønland, er tað nú um at koma a mál.

- Eg hava verið á nógvum fundum um hetta – og hugurin at loysa tað hevur verði stórur frá øllum pørtum. Eg vil fegin takka fyrrverandi føroyska landstýriskvinnuni við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fyri hennara leiklut í málinum. Somuleiðis ynski eg at takka nýggju landsstýriskvinnuni, umframt bæði sitandi og fyrrverandi donsku stjórnini, ið hava sýnt gott arbeiðslag at loysa hendan knútin, sum hevur gjørt lívið hjá nøkrum av okkara borgarum stríggið seinastu 16 árini, segði føroyski fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin.

Lóggávan er sprotin úr einum arbeiðsbólki við umboðum úr øllum Ríkisfelagsskapinum, sum millum annað hevur lýst støðuna hjá fyritíðarpensjónistum. Endamálið við lóggávuni er at fáa betri samsvar millum lóggávurnar á økjunum innanfyri Ríkisfelagsskapin, og tískil skulu Danmark, Føroyar og Grønland viðgera lógaruppskot á økinum í næstum. Eftir ætlan verður lógaruppskot borið í Løgtingið um stutta tíð og samtykt áðrenn 1. januar 2020.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stóri bankatosku­rin ein eftirspurd vøra
Er róðrið av Hollington ella av Albert
Jenis hevur ráð til sína Jorsalaferð
Vaktarskifti á Reyni Service
Sangløta við Sveini í Prestgarði leygark…
Leggja rørini til skoytubreytina
John E. Høj 90 ár
Næmingar royndu billardspæli
Nýtt viðgerðartilboð móti Parkinson
Team Klaksvík fingið nýggja nevnd
Syngið við í Christians­kirkjuni
Landsverk fer at arbeiða í Leirvíks­tunnl…
FK-kapping í vikuskiftinum
Móttøka hjá Toyota í Klaksvík
Útróðurin í dag
Kanningar­arbeiðið av hending­ini við Sjob…
Eik Banki misti 90 mió. kr. tí umboð fyr…
Klaksvíkar Handils­felag klárt til jólasø…
Bakkafrost: Møguleiki at keypa nýggj par…
Úrslitið av lands­seyðasyning­ini kunngjør…