Lýsing
Lýsing
Ættin fer at liggja úr eystri stóran part av næstu viku. Onkran dagin verður lítil vindur, og onkran dag fitt av regni. | Mynd: hiking.fo

Eysturættir í heystfrítíðini

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  11.10.2019 - 12:10 Tíðindi Veðrið

Høgætt í dag og í morgin, men eftir tað er tað ímillum eystan ella landsynning alla heystfrítíðina. Soleiðis eru viðurskiftini í lufthavinum í morgun.

Í dag og í morgin kemur luftin til okkara av leiðunum við Norðpólin. Frá sunnunáttini av fer luftin at koma frá evropeiska meginlandinum.

At siga frá veðri 10 dagar fram er nakað váði. Tó eru tað fleiri heimasíður, ið gera tað. Vanliga verður hildið, at veðrið fyri tríggjar teir næstu dagarnir kann vera álítandi, men eftir tað fara sannlíkindini niður, at veðrið verður sum spátt.

Her er hóast tað ein roynd at fara 10 dagar fram. So fáa vit at síggja, hvussu verður.

Dag fyri dag fer veðrið í heystfrítíðini at vera soleiðis:

í dag (fríggjadag): Landnyrðingur, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður allan dag. Hitin 7 til 9 stig.

Í morgin (Leygardag): Landnyrðingur-norðan, 3 til 8 m/s. Regn eina løtu um morgunin ella fyrrapartin. Eftir tað turt. Hitin 5-7 stig.

Ovurmorgin (sunnudag): Landnyrðingur-eystan, 1 til 3 m/s. Eitt lítið sindur meiri um kvøldið. Turt fyri tað allarmesta, tó okkurt æl í støðum. Hitin 5 til 7 stig.

Mánadagin: Eystan, um kvøldið sunnan, 1 til 3 m/s. Yvirhøvur turt, men tó okkurt æl. Hitin 6 til 8 stig.

Týsdagin: Landsynningur, 5 til 19 m/s. Veksandi seint seinnapartin upp í 7 til 12 m/s. Turt fyri tað mesta, men tó okkurt æl í støðum. Hitin ímillum 6 og 8 stig.

Mikudagin: Landsynningur og landsynningur-eystan. 10 til 15 m/s. Turt um dagin, men regn um kvøldið. Hitin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Hósdagin: Sunnan, 5 til 10 m/s. Regn um morgunin, men so slítur í og er turt restina av degnum. Hitin um 8 til 10 stig.

Fríggjadagin: Landsynningur-sunnan um náttina, men hækkandi upp í landnyrðing-norðan um kvøldið. Veksandi vindur úr 3 til 8 m/s fyrrapartin upp í 10 til 15 m/s um kvøldið. Hitin 7 til 9 stig.

Leygardagin: Landnyrðingur-norðan, 10 til 15 m/s og ælaveður. Hitin 4 til 6 stig.

Sunnudagin: Eystan, 3 til 8 m/s, og turt. Hitin ímillum 7 og 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…