Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rúmdarheystfagnaður í SMS

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.10.2019 - 13:59 Tíðindaskriv Vinna

Kom til rúmdarheystfagnað í SMS 15.-19. oktober á Torginum í SMS

Alt Torgið verður í rúmdarhýri í heystfrítíðini, tá vit fara at samskifta út í rúmdina við tónleiki, heilsanum og kunning um rúmdina.

Børnini kunnu taka ymisk ljóð upp, sum tey halda, at rúmdarfólkini skulu kenna og saman við Dan Helga í Gong, verða ljóðini síðan samansett til eitt lag.

Eisini verður gjørligt at senda heilsanir til rúmdarfólkini, við at hanga ein lepa á eitt træ mitt á Torginum. Rúmdarfólkini koma at heinta allar heilsaninar leygardagin 19. oktober kl. 16.30, tá lagið, sum børnini hava gjørt saman við Dan Helga, eisini verður spælt fyri teimum.

Rundar smákøkur kunnu prýðast sum vakrar gongustjørnur við glasuri og eisini kunnu børnini vera við at prýða Torgið við at tekna vakrar gongustjørnur og hanga tær upp á træið.

Til ber eisini at uppliva rúmdina við at royna tykisheimin (virtual reality) við at lata seg í serligu brillur.

 

Rosa frá Rouladegade

Sum nakað heilt serstakt, kemur Rosa frá Rouladegade, sum vit kenna frá Ramasjang, at píska stemningin upp við køkurokki og rulli, leygardagin 19. okt. kl. 13. Hon biðjur øll børn um at taka teirra yndisbamsu við, so tær eisini kunnu sleppa at hoppa og dansa til øll tey kendu løgini hjá Rosu. Møguleiki verður at taka mynd saman við Rosu aftaná framførsluna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund