Lýsing
Lýsing
Lýsing
Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen | Mynd: Dávur Winther

Róm varð ikki bygt eftir einum degi......

SKRIVAÐ: Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen  |  11.10.2019 - 14:11 Mentan Tíðindaskriv

Tað hevur tikið sína tíð, og tað hevur kravt vilja, hugflog og ikki minst samanhald, men tað, sum alla tíðina hevur hildið lív í hesi verkætlan, er visjónin um eitt virðiligt mentanarhús í miðbýnum í Klaksvík – og nú verður fyrsti spakin skjótt settur í jørðina.

Dreymurin og ynskið um eitt rættiligt mentanarhús í miðbýnum í Klaksvík hevur livað leingi, og onkuntíð hava ítøkiligar tekningar ligið á borðinum uttan at náa á mál. Tí er gleðin sera stór í dag, nú arbeiðssáttmálar eru undirskrivaðir við arbeiðstakarar, sum í næstum fara at byrja upp á sjálvt byggiarbeiðið.

Nógvir leikir eru í drúgvum talvi, og soleiðis hevur eisini verið við fyrireikingunum av hesi verkætlan. Onkuntíð hevur tað gingið væl framá, aðrar tíðir knapt so væl, og onkrar avbjóðingar hava upplivast sum afturstig. Eisini hava vit upplivað stórar gleðiløtur eftir hart og miðvíst arbeiði av fleiri samstarvandi pørtum. Her umgongst ikki at nevna stórfingnu játtanina frá LOA-grunninum, og tá vit við dyggum innsatsi av Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, fingu munagóðan stuðul játtaðan frá danska Fólkatinginum.

Talan er veruliga um eina spennandi, framskygda og ambitiøsa verkætlan, sum vit vita fer at flyta Klaksvík fram á leið og savna fólkið til allar hugsandi upplivingar, sum við hesum kørmunum fara at verða munandi fleiri og fjølbroyttari, enn higartil hevur verið møguligt – tað veri seg innan mentan, list, leik, tónleik, handil, gransking o.a.m.

Eg stúri onga løtu fyri, at hetta spennandi hús fer at standa tómt og óvirkið. Tvørturímóti fara hesir nýggju karmar at geva hægri flog og blása enn meir lív í tær fjølbroyttu mentanarligu, listarligu og skapandi gávur, sum eru í fólki okkara.

Hugaligt verður at fylgja við hvussu hetta leingi væntaða mentanarhúsið í miðbýnum í Klaksvík av álvara fer at seta Klaksvík á føroyakortið, tá um størri tiltøk, framførslur og upplivingar ræður – bæði til Klaksvíkingar, norðingar og føroyingar allar.

Jú sanniliga er tað ein stórhending, at vit skjótt ikki longur einans hava nakrar tekningar at hyggja eftir, men at sjálv byggingin nú fer at byrja av nýggja mentanarhúsinum í miðbýnum í Klaksvík.

 

Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen

Varaborgarstjóri og forkvinna í stýrinum fyri mentanarhúsið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB