Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skulu føroyingar gjalda fyri at eiga barn í Føroyum?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.10.2019 - 21:05 Politikkur Tíðindaskriv

Eitt føroyskt par, sum fyribils er búsett í Danmark í lestrarørindum, hevur fingið at vita, at tey sjálvi skulu rinda fyri, at kvinnan kann eiga barn í Føroyum. Tað kann ikki vera rætt, heldur Bjarni Hammer, løgtingsmaður, sum hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum eitt fyrispurning um hetta. 

Eitt føroyskt par, sum er lesandi í Danmark, kom í skundi heim til Føroya í sambandi við álvarsama sjúku í familjuni. Støðan er tann, at kvinnan er komin til at eiga og má nú føða barnið í Føroyum. Hetta skulu tey sjálvi rinda fyri, tí tey hava bústað í Danmark, eru boðini av Landssjúkrahúsinum. Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur tað vera burturvið, og tí hevur hann sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning. Hann spyr, um landsstýrismaðurin kann vátta, at tað er soleiðis, sum henda familjan hevur fingið upplýst, og um so er, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við tað.

-    Vónandi er talan um ein feil, tí tað kann ikki passa, at føroyska heilsuverkið ikki kann lofta føroyingum, sum fyribils eru búsettir uttanlands í lestrarørindum. Vit eru í eini serstøðu í Føroyum, tí vit eru noydd at útflyta so nógv ung fólk orsakað av avmarkaðu útbúgvingarmøguleikunum her á landi. Tí noyðast vit at gera serligar avtalur við londini rundan um okkum, so hesi fólkini ikki detta niðurímillum í vælferðarskipan okkara, sigur Bjarni Hammer.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin skrivar Bjarni Hammer, at tað av Landssjúkrahúsinum varð sagt, at kvinnan sjálv skal rinda fyri barnsburðin og møguliga flutningstænastu og/ella sjúkraviðgerð aftaná barnsburðin. Tað kann tí gerast sera kostnaðarmikið fyri unga parið.

- Tað átti, eftir mínum tykki, at verið ein sjálvsagdur rættur at fingið ókeypis sjúkraviðgerð tvørtur um londini í ríkisfelagsskapinum við vælferðarskipan okkara, sigur Bjarni Hammer.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund