Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hildu í 74 minuttir

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.10.2019 - 18:57 Ítrottur Tíðindi

Tað skrædnaði móti endanum, tá Rumenia fekk trý mál og vann 3-0.

Sum heild var Rumenia betra liðið, men føroyska liðið var eisini væl við. Stríðsandin var framúr eins og liðið var væl skipað, og tí kom Rumenia ikki til stórvegis av stórum málmøguleikum fram til 74. minutt, tá leikari knappliga gjørdist leysur og skoraði. Bólturin var leingi í spælið hesa løtuna uttan steðg og kanska hevði tað sína ávirkan á, at føroyska liðið ikki bleiv so fokuserað. Stutt seinni var føroyska verjuspælið ikki sannførandi, tá Rumenia slapp at spæla seg ígjøgnum, har føroyska liðið annars var uppá pláss. Og í yvirtíðini skoraði Rumenia einaferð afturat, og tí bleiv tapið óneyðuga stórt. Tað tóktist sum um orkan gekk undan á føroyska liðnum eftir, at Rumenia fekk hol á í 74. minutti. 3-0 gjørdist úrslitið.

Føroyska liðið hevði nakrar góðar málroyndir gjøgnum dystin, men hyggja vit eftir øllum dystinum, so var Rumenia betra liðið, men ikki so nógv betri líka til 74. minutt, tá stóra úrslitið lúrdi. Dagsins leikari á føroyska liðnum var Jóannes Bjartalíð, valdur av Sona.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund