Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fallandi áskoðara-undirtøka fyri A-landsliðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.10.2019 - 14:46 Ítrottur Tíðindi

Áskoðaratalið í gjár var tað næstlægsta síðani sigurin á Grikkalandi í 2014.

Í løtuni er umbygging á Tórsvølli. Tað ger m.a., at færri áskoðarar sleppa til dystir, tí eingin áskoðari kann vera á eystur-síðuni. Men áskoðara-orkan á Tórsvølli sum hon er í løtuni tykist vera ivaleysa stór, tá vit huga um áskoðaratørvin til summar av dystunum. Í gjár vóru skrásettir 2381 áskoðarar til dystin móti Rumenia. Tað var ikki útselt, hóast heilt fá atgongumerkir vóru eftir til sølu, men uppmøtingin av teimum við atgongumerkjum var ikki eins stór sum vanligt. Síðani nýggju ‘’byrjanina’’ hjá landsliðnum við sigrinum í Grikkalandi í 2014, so var hetta tað næstlægsta áskoðaratalið á heimavølli. Sambært FaroeSoccer vóru 81 færri áskoðarar móti Kosovo í fjør. Ein annan heimadyst hava færri áskoðarar verið, meðan Lars Olsen hevur verið venjari. Tað var móti Ungarn í 2014 (2000).

Hóast fallandi áskoðara-áhugan fyri landsliðnum, so eru tølini ikki so lág søguliga sæð. Áðrenn Lars Olsen tók yvir, so var ikki óvanligt, at tað vóru færri enn 2000 áskoðarar. Tað er enntá komið fyri (Slovenia í 2011, Rumenia í 2008, Ukreina í 2007 og Litava í 1999) at undir 1000 áskoðarar hava verið til undankappingardystir í Føroyum.

Týskvøldið spæla Føroyar sín síðsta heimadyst í hesi undankappingini, tá Malta vitjar. Hetta verður eisini síðsti heimadystur hjá landsliðsvenjaranum Lars Olsen og liðskiparanum Atla Gregersen(sum staðfesti hetta á FM1 eftir dystin í gjár). Tá hevði verið gott høvið at fylt Tórsvøll aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund