Lýsing
Lýsing

U17 dystast í NEVZA-kappingini

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.10.2019 - 13:45 Ítrottur Tíðindaskriv

Fremstu ungu flogbóltsleikararnir í Føroyum fara næstu dagarnar at dystast í árligu Norðurlendsku NEVZA-kappingini. Kappingin verður hildin í Ikast. Ferðalagið fór av landinum í Gjár við Atlantic Airways, og frá í morgin verða dystir á skránni.

 

Verja bronsuna

Í kappingini seinast stóðu føroysku liðini seg sera væl. Genturnar spældu seg víðari úr bólkaspælinum og kappaðust um bronsuna til endans. Tað rakk tó ikki heilt á mál, og endaðu tær nr. 4.


Dreingirnir harafturímóti gjørdu rættiligan vørr og gjørdust í kappingini millum favorittarnar at vinna, tí spælið var so gott. Í hálvfinaluni lógu teir væl fyri ímóti Noregi, men spennandi dysturin endaði við teprum sigri til Noreg, sum seinni vann kappingina. Føroysku dreingirnir lótu tó ongan iva vera um, hvar bronsan skuldi, tí í bronsufinaluni vundu teir burturúr Svøríki, sum ongan møguleika fekk. So statt hava bæði liðini nakað at verja og byggja á. 


Fyrstu dystirnir í morgin

Kappingin sjálv byrjar í morgin - mánadagin, og tá verður leikt soleiðis:


U17 gentur:
kl. 10.00 Føroyar - Grønland
kl. 16.00 Føroyar - Ísland


U17 dreingir:
kl. 08.30 Føroyar - Ísland
kl. 14.30 Føroyar - Svøríki


Leikt verður líka til hósdagin, tá ið finaluumførini eru. 


Allir dystirnir verða stroymaðir ókeypis, og áhugaðir hyggjarar kunnu tekna seg á hesi leinkjuni:


http://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-c

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin