Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost brúkar børsin til milliardakeyp

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  13.10.2019 - 16:23 Tíðindi Vinna

Eftir 9 ár á børsinum gagnnýtir Bakkafrost á fyrsta sinni av álvara børsin til at vaksa munandi um virksemi. Norsku oljumilliardirnar eru við til at fíggja nýggja vakstrarævintýrið hjá føroyska alirisanum.

Hesar síðstu vikurnar hevur tað verið lætt at verið lærari í búskaparfrøði, tí tað hava verið ríkiligt av feskum dømum at vísa á. Í undirvísing míni á Setrinum, har vit júst vóru komin til týdningin av fíggjargeiranum fyri búskaparvøkstur, hava vit millum annað dvølt eitt sindur við keypið hjá Bakkafrosti av skotska alirisanum Scottish Salmon Company. Kanska hetta eisini hevur áhuga lesarans. Gjøgnumgongdin er grundað á børsfráboðanir felagsins.

Íleggjarar hava fingið 2.000% í avkasti

Í 2010 bleiv Bakkafrost skrásett á norska børsinum. Í tí sambandi seldu nakrir av táverandi partaeigarum síni partabrøv, harumframt framdi felagið eina kapitalhækking við at bjóða nýggj partabrøv út. Sum kravt av einhvørjum børsskrásettum felagið, hevur Bakkafrost hvønn ársfjórðing síðani tá avlagt almennan roknskap, har almenningurin hevur kunna fylgt góðu gongd felagsins. Í dag er Bakkafrost best riknað alifelag í heiminum mált upp á vinning fyri hvørt framleitt kilo av alilaksi.

Íleggjarar hava kvitterað fyri góðu gongdina í felagnum við vaksandi keypsáhuga fyri avmarkaða talinum av partabrøvum. Børsvirðið er soleiðis økt úr áleið 1,4 mia.kr. til góðar 20 mia.kr. hesi árini. Íroknað útgoldnu vinningsbýtini hesi níggju árini síðani børsskrásetingina hava partaeigararnir, sum keyptu tá, fingið eitt avkast á heili 2.000%.

Nú gagnnýtir Bakkafrost á fyrsta sinni av álvara børsskráseting sína til at fíggja eitt uppkeyp. Og sigast má, at íleggjarar sýna felagnum álit: Mikudag boðar felagið frá ætlanini um at keypa skotska alifelagið fyri góðar 4 milliardir krónur, og hósmorgun høvdu íleggjarar bjóða felagnum 12 milliardir krónur í nýggjum partapeningini. Av sonnum ein effektiv seðlapressa!

Besta alifelagið yvirtekur tað versta á børsinum

Grundgevingarnar hjá føroyska alirisanum fyri at keypa størsta sjálvstøðuga skotska alifelagið eru fýra í talið:

1.      Atgongd til nisju aliøkir í Skotlandi serstøkum høgt prísásettum laksavørum.

2.      Saman gerast feløgini ein altjóða marknaðarleiðari fyri hágóðskulaks.

3.      Betri váðaspjaðing fyri Bakka, sum higartil einans hevur havt alivirksemi í Føroyum.

4.      Munandi betri lønsemi í skotska felagnum næstu 5 árini við synergium, læring frá tí besta og útbygging.

Hetta er frá íleggjaraframløgu hjá Bakkafrosti um uppkeyp teirra.

Ella sum Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost, tók til í Degi & Viku hetta kvøldið: ”Tann besti yvirtekur tann versta!” Sipa bleiv til, at á norska børsinum eru tey bæði alifeløgini virðismett sera ymiskt. Meðan hvør yvirskotskróna í Bakkafrost er virðismett 14 ferðir í børsvirðinum, kostar hvør yvirskotskróna í SSC einans 7 krónur.

At tað finnast stórrakstrarfyrimunir verður væl staðfest í fráboðanini. Longu frá 2022 væntast ein meirvinningur á 70 milliónir krónur árliga frá fóðursøluni frá Havsbrún til skotska alivirksemi. Høvuðsskrivstovan í Skotlandi verður niðurlaga við at gagnnýta starvsfólkaorkuna á Glyvrum. Góðu royndirnar frá byggingini av stórum smoltstøðum við vatnendurnýtslu í Føroyum verða brúktar til stórar útbyggingar í Skotlandi.

Eisini á sølusíðuni væntast fyrimunir, tá tey bæði feløgini standa seg sterkt á hvør sínum geografiskum økjum, meðan bæði feløgini fáast við at framleiða laksavørur við høgari góðsku.

Tolin norsk pensjónsuppsparing fíggjar yvirtøkuna

Føroyski alirisin greiddi børsinum frá, at ætlaða keypið av skotska alifelagnum fyri útivið fýra og eina hálva milliard krónur verður fíggja við reiðum peningi, lántøku og nýggjum partabrøvum. Sambært hálvársroknskapinum hevði felagið góðar 300 milliónir krónur í reiðum peningi og ótrekt lán fyri aðrar 700 milliónir krónur.

Neyðugt var tí við nýggjari partabrævaútgávu. Leiðsla felagsins hevur heimild frá aðalfundinum til at víðka um partapeningin við áleið 10%, men neyðugt var við enn størri útgávu til at fíggja keypið. Tí gjørdi felagið nakað eitt sindur óvanligt: Forstjórin telist millum størstu partaeigarar felagsins og lænti hann sjálvur felagnum partabrøv svarandi til 5% av partapeninginum. Tá nevndin á eykaaðalfundi seinni í oktober væntandi fær heimild til at víðka enn meira um partapeningin, verður partabrævalánið frá forstjóranum afturgoldið í partabrøvum. Størsti partaeigarin í skotska alifelagnum hevur eisini takkað ja til at fáa ein part av keypsupphæddini sum nýggj partabrøv í Bakkafrosti svarandi til 5% av felagnum. Tí skal partapeningurin tilsamans víðkast við 20%.

Í fráboðan til keypsskálan sæst, at stóri norski pensjónsgrunnurin telist millum mongu partaeigararnar, ið hava gjørt sær dælt av møguleikanum at økja um sína íløgu í Bakkafrost. Eftir kapitalhækkanina er norski grunnurin størsti einstaki partaeigarin við einum ognarluti á 9,80%.

Partapeningur skynsamari enn lántøka

Í hesum døgum við negativari innlánsrentu og sera lágum lánirentum kann onkur undra seg yvir, at Bakkafrost ikki í staðin gagnnýtir lánimøguleikarnar til at fíggja uppkeypið. Við eini lánirentu á til dømis 3% hevði árligi rentukostnaðurin fyri tær 4 milliardir krónurnar í lántøku kostað felagnum 120 milliónir krónur árliga. Men tá má felagið harumframt leggja til síðis hvørt ár til afturrindan av láninum.

Til samanberingar áleggur vinningsbýtispolitikkurin felagnum at rindað helmingin av nettoúrslitinum út sum vinningsbýtið til partaeigararnar. Um samanlagda nettoúrslitið í felagnum verður 1,5 mia. kr. fær nýggi partapeningurin á 4 mia.kr. (12,5% av partapeninginum eftir 20% kapitalhækking) slakar 100 mió.kr. í vinningsbýtið árliga. Gerst úrslitið betri, fáa partaeigararnir størri vinningsbýti, meðan eitt lakari úrslit eisini viðførir lægri vinningsbýti til partaeigararnar.

Ætlan Bakkafrost er at heysta ágóðarnar av keypinum innan fimm ár, sambært fráboðanini til børsin. Men um illa vil til, og tað tekur longri tíð at fáa bøtt um lønsemi í skotska alivirkseminum, nýtist felagið ikki at stúra um eitt lán, sum forfellur til tað tíð. Júst tað er stóri fyrimunurin við at skriva út nýggjan partapening í mun til lán: At partaeigararnir fult upplýstir átaka sær váðan av íløguni.

Higartil hevur íløgan verið væl móttikin á børsinum. Nýggju partabrøvini blivu teknaði til kurs 500, men í vikuni blivu partabrøvini handlaði til kurs 571 á Oslo Børs svarandi til eitt avkast á 14% upp á 14 dagar.

Her sæst, at Bakkafrost eftir yvirtøkuna gerst fjórðstørsti laksaframleiðari í Evropa. Myndin er frá íleggjaraframløguni hjá Bakkafrosti.

Fíggjargeirin sum kelda til búskaparvøkstur

Perspektivini í hesum søguliga stóra virkishandlinum í føroyskum høpi eru týðandi. Bæði fyri felagið sjálvt, starvsfólkini og føroyska samfelagið sum heild. Bakkafrost hevur nú í 9 ár røkt íleggjararnar umvegis børsskráseting sína við góðari og neyvari kunning um støðuga framburðin í felagnum. Grundað á úrslit felagsins – sum eru tey bestu í heiminum – og støðugu børssøguna hevur Bakkafrost vunnið álitið hjá teim alramest kræsnu íleggjarunum, herundir norska pensjónsgrunninum. Tí kundi leiðsla felagsins gagnnýta børsin til at fáa til vega váðafúsa fígging til at vaksa munandi um virksemi sítt, tá møguleikin beyðst.

Føroyski alirisin veksur í eini handavending um sína árliga framleiðslu frá 45.000 tons til 75.000 tons, starvsfólkahópin við 500 nýggjum starvsfeløgum í Skotlandi og á Hebridunum og einum tryggari virkisgrundarlag við sterkari støðu í tveimum londum. Fyri starvsfólkini í føroyska felagnum er talan um spennandi útlit til at standa fyri avbjóðandi verkætlanum tvørturum landamørk. Felagið fær møguleika at gagnnýta nakrar stórrakstrarfyrimunir av stóru íløgum teirra í framkomna tøkni og vitan um bestu framleiðsluhættirnar.

Fyri føroyska samfelagið hevur tað eisini týdning, at útflutningsvinnan framhaldandi megnar at menna seg og standa seg í altjóða kappingini. Bæði í kappingini um laksavørur til altjóða marknaðin, men so sanniliga eisini í kappingini um váðafúsar íløgur frá kapitalmarknaðinum. Heilt ítøkiliga veksur alifelagið væntandi munandi um sítt ársúrslit við uppkeypinum. Eitt ársúrslit, sum verður skattað í Føroyum.

Uppkeypið hjá Bakkafrosti er tí eitt skúladømi í, at fíggjargeirin – í hesum føri børsurin – kann vera ein kelda til búskaparvøkstur, har lønsamir íløgumøguleikar verða troyttir við váðafúsari altjóða fígging.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund