Lýsing
Lýsing

“Tað er deiligt, at tað kann lata seg gera, at hava meiri “smøl skeið” í Føroyum”!

SKRIVAÐ: Synergi  |  14.10.2019 - 15:49 Tíðindaskriv Tíðindi

Kom og lær at brúka SQL frá grundini!

Kundi tú hugsað tær at lært SQL-forritan frá grundini?

So kom við á okkara grundskeið 4.-6. november 2019

Tá bjóða vit nevniliga, í samstarv við SuperUsers, skeiðið í SQL-forritan frá grundini út í Føroyum.

Eingin forkunnleiki í SQL krevst.

Hvat lærir tú á skeiðinum?

SQL er eitt mál, sum verður nýtt, tá tú arbeiðir við fleirnýtara-relatiónsdátugrunnum.

Á skeiðinum gjøgnumganga vit, hvussu tú skrivar ‘gott SQL’ til fyrispurningar, dagføring og viðlíkahald av SQL-dátugrunnum. Skeiðsluttakararnir fáa eina stigvísa innleiðslu í syntaksi, sum beinanvegin verður roynd í praktiskum venjingum. Dentur verður lagdur á, at trupulleikarnir eru kendir úr vanligum arbeiði við dátugrunnum. Skeiðsluttakarin fer til hús við einum savni av venjingum og uppskotum til loysnir, sum eisini kann nýtast sum hondbók.

Skeiðið snýr seg um standard ANSI SQL og nakrar av tøku víðkanunum. Vit gjøgnumganga produkt-óheftan syntaks, sum virkar líka væl á Microsoft SQL Server, Oracle, IBM DB2, Sybase o.ø.

Undirvísari

Undirvísarin eitur Kasper Olsen og starvast hjá SuperUsers, sum Synergi samstarvar við í sambandi við serskeið innan KT.

Kasper hevur eina bachelor sum systemúviklari frá IT Universitetinum. Hann hevur ábyrgdina fyri data hjá SuperUsers og er ein sera royndur SQL útviklari og SQL instruktør. Luttakararnir eru altíð sera glaðir fyri hansara skeið og geva honum sera góðar eftirmetingar. Hann er sostatt ein av teimum bestu undirvísarunum hjá SuperUsers.

Gleð teg til 3 góðar dagar, har tú lærir alt frá grundini!

Er hetta nakað fyri teg, so kanst tú lesa meiri og teknað teg til skeiðið her: https://www.synergi.fo/skeid/sql-forritan-grundskeid/ 

Tilmeldingarfreist: 18. oktober 2019

Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú altíð vælkomin at venda aftur til mín.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…