Lýsing
Lýsing

Kvøldseta um seyð og seyðahald

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.10.2019 - 10:33 Tíðindaskriv Tíðindi

Aftur í ár verður kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um seyð og seyðahald. Hetta hava verið góðar løtur, har sagt hevur verið frá um hagapartar í Eysturoynni, Norðoyggjum, Streymoynni og Sandoynni. Hetta er ein frumgróður í okkara gomlu mentan.

Kvøldsetan verður í Mentanarhúsið í Fuglafirði fríggjakvøldið 25. okt. kl. 19.

Hugaligt hevur verið at lurta eftir frásagnunum, hvussu væl tær hava verið orðaðar og bornar fram á ein siðsøguligan hátt. Tað er hugtakandi at síggja myndatilfarið, ið sýnt verður upp á skýggjan, meðan sagt verður frá. Ja, dugnalig hava hesi fólk verið  í teirra verumát í orð og talu, myndafrásagnum og  lagliga orðalagði, ið eru í tilknýti til  staðarnøvn, rakstur og fjallgongur. Ein stak góð uppliving fyri eygað og oyrað.

Í steðginum verður ein te- og kaffimuður við drýli og kjøtpylsu afturvið. Hetta er biti, ið kræssar stak væl úr Heygabúðini í Klaksvík.

 

Teir, sum siga frá:

Ingvard Lamhauge, Saltangará

Søgan um Gøtuseyð -  Staðarnøvn og røkurnar - møguliga verður onkur søgan       søgd um hesa gongd.

            Tey ymisku fylgini í Gøtuseyði.

            Hvønn týdning hevur tað at halda áseyðatalið?

            Hvussu sær seyðaárið út fyri Gøtuseyð?

 

Jónfinn Thomsen, Sandavágur (ættaður úr Syðrugøtu)

              Ein fjalldagur Norðuri í haga

 

Jón Nónklett, Lamba

           Festari á ''Eystursíðuni”, sum hoyrir til Lamba. 

            Eg tók við í 2016 og røkti sjálvur.

            Hagin er 3 merkur,10 gyllin og skipanin er 115 áseyðir.

 

Ingibjørn Eldevig, Fuglafjørður

Seyðahald, reglugerð - brúksrættur/-brúksskyldur. Frásøgnin byggir á hagalógina - gyrðingarlógina og aðrar lógir, ið fyriskipa  seyðahald v.m.

                   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…