Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tøkk

SKRIVAÐ: Tøkk  |  21.10.2019 - 12:23 Merkisdagar & Kunngerðir

Nú eitt ár er farið, síðan tú fór handan sýn; eru vit, so smátt farin til gongu uttan teg her. Lívið broyttist fullkomuliga hin 1. Mars 2008 fyri teg og okkum øll; men bar tú tína byrðu við størstu virðing, til tann dagin; ið, tú fekk ferðaboð hin 16. Oktober 2018.

Vit ynskja at takka øllum tykkum fyri sýnda samkenslu, umsorgan og hjálp; tá høgt elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara:

Jóhanna Højgaard

f. Eliassen

ættað úr Mikladali, búsitandi í Klaksvík,

andaðist og varð jarðað.

Takk til B8 á landssjúkrahúsinum fyri, at tit gjørdu tað tit kundu fyri hana. Takk til Marjun Lómaklett, prest fyri, at tú kom suður á LS, og helt andakt, altargongd og bøn fyri henni og okkum. Barbaru á Tjaldrafløtti & Fróða Vestergaard takka vit fyri, at tit vóru um okkum hesa løtu; tá Hanna gumma fór foldum frá. Tit vóru okkara perlur í hesu sváru løtu.

Vit takka Hanusi á Gørðum, presti fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og til kórsetingina. Somuleiðis eisini Marjuni Lómaklett, presti takka vit fyri góð og troystarrík orð til jarðarferðina úr Christianskirkjuni. Enn einaferð takk fyri alla hjálp og beinasemi, ið tit veittu okkum hesar dagar.

Astu Højgaard takka vit fyri avbera vakran sang í kirkjuni, sum vit goyma væl í hjørtum okkara.

Tit sum vóru við at bera Jóhannu, takka vit so hjartaliga. Somuleiðis takka vit  eisini øllum kirkjutænarnum, líkvognsførara og gravara fyri stóru hjálpina tit veittu okkum; tá vit høvdu brúk fyri tí.  Av hjarta takk øll somul.

 

 

Øll tit sum hjálptu til heima við hús og við ervinum, takka vit so hjartaliga. Takk til øll tykkum sum bakaðu, smurdu breyð, gjørdu suppu, dekkaðu upp og serveraðu í kirkjukjallaranum (harímillum nærum allar heimahjálpirnar hjá Jóhannu); hetta, soleiðis at ervið bleiv eitt gott minnið fyri okkum. Av hjarta takk fyri, at tú – Jóhanna á Tjaldrafløtti – vildi samskipa og standa fyri hesum; tað hevði Hanna gumma verið glað fyri, eins og vit eru tað.

Takk Christianskirkjan fyri, at vit kundu lána kirkjukjallaran.

Ein serlig tøkk skal veitast Norðoya Bú- og Heimatænastu fyri, at tit – heimahjálpirnar - vóru so góðar við hana øll hesi ár, ið hon hevði tørv á hjálp. Takk fyri fyrimyndarliga hjálp, vælvild og vinskap, sum vit eru so takksom fyri. Tit eru okkara gimsteinar, tað skullu tit vita – TAKK fyri.

Serflutningsbussinum hjá Klaksvíkar kommunu og tess sjafførum, takka vit fyri stórt beinasemi og vælvild í yvir 10 ár; har tit so trúliga hava koyrt hana & ikki at tala um sjálvan Jólaaftan eisini. TAKK fyri tað.

Vit ynskja somuleiðis eisini at takka familjunum í báðar ættir fyri, alt tað tit hava verið fyri Jóhannu og okkum øll. Takk fyri, at tá vit høvdu brúk fyri hjálp so ella so; so vóru tit har. Eisini tað, at tit øll vóru so ófør at koma og vitja; hava okkurt lekkurt við; hugnað um; práta og flenna, bjóða út osv.; takk fyri tykkara kærleika mótvegis okkum øllum. Enn einaferð 1000 takk fyri; Jesus pápi lønið tykkum fyri tað.

Takk øll somul fyri allar vitjanirnar í heiminum, allan matin sum bleiv borin inn um dyrnar, allar telefonsamrøðurnar og boð umvegis netið.

Takk fyri blómur og kransar; og takk til øll tykkum, ið komu at fylgja henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.

Jesus pápi signi tykkum øll.

 

Familjunar vegna

Arnold, Hans Elias, Mary Maria og Jóhanna

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…