Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sprongt fyri nýggjum ídnaðarøkið undir Hamri

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  28.10.2019 - 17:05 Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

8.000 rúmmetrar vórðu sprongdir í luftina, tá ið borgstjórin og formaðurin í Havna- og Vinnunevndini trýstu á knøttin fyri nýggjum Ídnaðarøkið undir Hamri.

Aftaná eitt langt vikuskiftið við trimum fulltreffarum í Gundadali, og nógvum fýrverkaríðið og roykbumbum bæði í Havn og í Klaksvík, bleiv enn eitt skot latið av í Klaksvík mánadagin 28. oktober. Tað hoyrdist og merktiskt, men hetta skotið var ikki fyri KÍ, hóast borgarstjórin var í KÍ-blusu, og enn týðiliga fegnaðist um føroyameistaraheitið hjá KÍ.

Ídnaðarøkið á 15.000 fermetrar

Nýggja ídnaðarøkið hevur fingið navnið “Undir Hamri”, men millum manna hevur tað ofta verið kallað “Ídnaðarøkið á Borðoyavík”. Nýggja ídnaðarøkið er 15.000 fermetrar, og er tað J & K Petersen sum fer at útstykkja fyri Klaksvíkar kommunu, umframt eisini at tilgerða umstøðurnar kring bátahylin í mun til ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti.

5 vinnugrundstykkir eru partur av ætlanini, men arbeitt verður við at gera útstykkingina størri, so enn fleiri grundøkir kunnu vera tøk. Størt økið er útlagt suðureftir til vinnuøkið, so fortreytirnar fyri at arbeiða víðari eru sanniliga til staðar, og á hendan hátt kann økið gerast eitt aktiv fyri kommununa, sæð í mun til vinnumøguleikar. Økið liggur tætt við Norðoyatunnilin, og ger hetta møguleikarnar góðar fyri vinnulívi, ið ofta skal flyta vørur um Leirvíksfjør.

Partur av verkætlanini er eisini, at gera økið kring bátahylin í hóskandi stand, so alt økið fer at taka seg betri út. Eisini eru serliga størt økið lagt av til langtíðarparkering av stórum bilum, nakað sum ofta hevur verið eftirspurt í býnum.

Nógvar fyrireikingar áðrenn skotið verður

Áðrenn skotið varð latið av, arbeiddu menn frá J & K Petersen við kraft fyri at tryggja alt økið. Av tí at Norðoyatunnilin er so tætt við, varð eisini neyðugt at steingja tunnilin meðan sprongt var. Onkur helt fyri, at tað var líka so gott, at tunnilin bleiv stongdur, tí nú hava vit fingið steypið norð til Klaksvíkar, og tað skal ikki úr býnum aftur.

Menn frá J & K Petersen upplýstu, at hetta helst verður eitt av teimum størstu skotunum, sum verða latin, og roknað verður við, at umleið 20 skot skulu skjótast komandi tíðina.

Nógvur eftirspurningur eftir vinnugrundøki

Tummas Lervig fegnaðist eisini um at vit nú eru komin hertil, og at ferð veruliga er komið á Vinnugrundøkið Undir Hamri, sum verður eitt satt aktiv fyri kommununa.

-        Tað er nógvur eftirspurningur eftir vinnugrundøkið, og verkætlaninar eru sera ymiskar. Fyri onkrar fyritøkur hevur tað stóran týdning at liggja við kajkant, meðan tað fyri aðrar fyritøkur hevur størri týdning við einum góðum grundstykki ella uttanumøkið, sigur Tummas Lervig, formaður í Havna- og Vinnunevndini.

-        Vit settu okkum fyri, at fáa hesa verkætlanina gjøgnumførda, tá ið vit løgdu til brots eftir býráðsvalið, og tað hava vit fylgt líka síðani. Tað hevur verið eitt tak, tí verkætlanin er umfatandi og eisini rímiliga kostnaðarmikil, men vit hava hildið fokus, og tí kunnu vit fegnast um at nú er fyrsta skotið latið av.

-        Tað er longu nakað síðani, at J&K Petersen byrjaði arbeiðið við at grava av, og eftir ætlan skal alt økið verða liðugt til 1. august 2020. Tá fáa vit 15.000 fermetrar til vinnulívið, og mín vón er at vit fáa nógv virksemi í økinum til gagns fyri okkara kommunu, sigur Tummas Lervig, formaður í Havna- og Vinnunevndini.

Málsetningurin er, at vit skulu hava eitt vinnugrundstykkjatrygd

Borgarstjórin upplýsti, at málsetningurin er, at vit í Klaksvík skulu hava vinnugrundstykkjatrygd. Tað merkir, at øll sum ynskja at fáa vinnugrundstykki í kommununi, eiga at hava møguleikan.

-        Fyri nøkrum árum síðani settu vit okkum fyri at hava barnaansingartrygd. Tað hava vit raðfest høgt seinastu árini, og hóast barnatalið er økt og økt fyri hvørt ár, hava vit megnað at gjørt nýggj tilboð, so vit í dag aftur kunnu veita barnaansingartrygd. Hendan trygdin skal eisini vera galdandi hjá vinnulívinum.

-        Málsetningurin er at øll, sum ynskja at byggja vinnubygning, skulu hava møguleikan at gera tað. Hetta hava vit ikki havt í Klaksvík fyrr, og tí er hetta at seta yvirleggjarin høgt, men tað er samstundis alneyðugt.

-        Vit hava nakrar av størstu og sterkastu vinnulívsfyritøkum í kommununi, og vit hava í tøttum samskifti við tey arbeitt við loysnum, ið kunnu gerast so teirra karmar eru so góðir sum gjørligt, men vit mugu eisini hugsa um tær fyritøkurnar, ið ynskja at víðka um sítt virksemi ella tær fyritøkur, ið júst ætla undir okkurt nýtt spennandi virksemi.

-        Klaksvíkar kommuna er ein vinnukommuna, og tað skulu vit halda fram við at vera, og tí verður tørvur framhalandi at gera íløgur í størri ídnaðarøki og aðrar verkætlanir, ið styrkja um okkara kappingarføri mótvegis øðrum kommunum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik