Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú hoyrdi eg fjøllini tala

SKRIVAÐ: Óli A. Reinert á Geilini  |  30.10.2019 - 15:55 Lesarabrøv Mentan Myndarøð

- nakrar hugleiðingar úr Svínoy

Hann stendur har enn; Dragin. Í brimi og kyrru hevur hann í øldir borið skjaldrarmerkið svínoyinga. Trúfastur hevur hann verið, lítandi út í havið og kveitandi heim á Víkina og heim i bygdina. Her hevur hann sæð ættarlið vaksa til, sæð børn spæla í morgunroða og sæð unglingar- gentur og dreingir – skemta sær við dansi og spæli tær dreymakendu nætur á sumri við mjørkatámi um tindar og mýrusnípusúsi í náttarlotinum.

 

Ættarlið eru farin, og ættarlið hava tikið við eftir teimum farandi. Soleiðis hevur verið frá fyrndini. Bygdarlív og røkt av bø og haga hevur verið ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá teimum, ið hava búleikast her í Svínoy. Í eldri tíðum var Svínoy ein av vælabygdunum í Norðoyggjum. Her var ikki so langt út á fiskimiðini, og her var og er tvírøtt. Tað varð hildið at vera ein stórur fyrimunur, tá farast skuldi til útróðrar við árabáti, tí tá bar til at laga seg eitt sindur eftir ættini.

 

Svínoyingar kenna annars nógv til brim. Bæði Svínoyarvík og Svínoyareiðið eru brimpláss, og stendur ættin á við nógvum vindi av landsynningi ella eystri kann tað gerast stórbrim í Víkini og leggja upp um brimgarðarnar, ið eru gjørdir undir bakkanum. Á eiðinum eru tær stóru brimættirnar útnyrðingur og norðan. Tá kann aldan eisini gerast av teimum størstu á eiðinum.

 

Soleiðis hava korini verið, men kortini hava fólk búleikast her síðani landnámstíð. Úr føroyingasøgu vita vit, at Svínoyarbjarni var høvdingur við sæti her í Svínoy. Hann var móðirbróðir hin tiltikna Trónda í Gøtu, og tá bardagin í Dímun var av, har Brestir og Beinir vórðu dripnir, var tað Bjarni, ið forðaði fyri, at Sigmundur og Tórur vóru avrættaðir.

 

Tíðirnar skifta, og tíðin setur krøv til hin einstaka. Livilíkindini at búleikast í bygdini broytast, tí øll skulu hava eitt arbeiði og eina inntøku. Hetta krevur samfelagið, tí rokningarnar skulu gjaldast, eisini í einari bygd sum Svínoy. Arbeiðsmøguleikarnir eru ikki nógvir, og tað sindrið av arbeiði, sum onkuntíð hevur verið, hevur ikki givið nakra veruliga inntøku, ið kann samanberast við inntøkurnar á meginlandinum.  Tí verða fólk fíggjarliga afturúrsigld, um tey verða verandi í bygdini.

 

Ferðasambandið til meginøkið hevur ikki minni týdning enn eitt arbeiði, og nú vegasamband er til flestu bygdir í landinum, so er eitt ferðasamband við skipi til eitt brimpláss ikki tíðarhóskandi, tí fólk hætta sær rætt og slætt ikki at ferðast í ringum líkindum, har tað bæði kann rulla illa á ferðini og verða trupult at koma í land fyri ókyrru. Harumframt verða tey avskorin frá sosialum felagsskapi við onnur, um tey skulu búgva í oynni.

 

Tað er tí ein fyritreyt, at ferðasambandið verður gjørt betri.

 

Í morgun, nú sólin er í ferð við at reka náttina á dyr, er Dragin heldur illbrýntur á at líta. Eitt æl hómast í havsbrúnni, men neyvan er tað av ótta fyri einum ælstroki, at Dragin er so brúnasíður í morguntáminum. Hesin risi í atlantshavi hevur so manga ódnina riðið av sær og so mangt eitt ælið køvt. Nei, okkurt annað nívir hann hesa morgunstund; okkurt, ið stingur djúpri í hjartarøtur enn eitt æl í havsbrúnni.

 

Tað kann vera trupult at skilja bjarga- og fjallamál, men tað berst mær fyri sum hoyri eg í morgunlotinum, hvussu hann ilskast  inn á politikararnar, ið sita við valdinum á teimum bonaðu gólvunum suðuri í Havn, samstundis sum hann harmast inn at hjarta um ta støðu, ið Svínoyggin – heimstaður hansara – nú er komin í:

 

“Líkasæla! Líkasæla! Tað er tað, ið eyðkennir vaidshavararnar har suðuri í Havn. Akslaypping er hin nýggja ítróttargreinin á Føroya Løgtingi. Hvussu skal tað verða vorðið? Teir kappast um at yppa øksl, tá um Svínoynna er at røða.  Ongar framtíðarætlanir um betri ferðasamband til Svínoyar; her skal einki setast út í kortið um nakað sum helst. Tilmælini frá Landsverk um betri ferðasamband til oynna skulu leggjast í eina skuffu og liggja har, til mølur hevur etið alt upp. Tað er politikurin. Aðrastaðir í landinum kunnu teir harafturímóti væl leggja framtíðarætlanir um betri ferðasamband; ein tunnil her, ein veg har og aftur ein undirsjóvartunnil der, men til Svínoyar? Nei, so eiðasørt at tað bragdar í. Svínoyggin skal helst ikki nevnast, tá listin við framtíðaríløgum i samferðslukervið skal kunngerast. “

 

Tað tykist, sum um Dragin er uppøstur av sinnismuni, nú ælið í havsbrúnni alsamt nærkast. Tað er eyðsæð, at lítið væntar hann sær av teimum ráðandi á Føroya Løgtingi; teimum, ið við valdinum sita. Í so mong ár hevur verið bíðað, men einki hendir. Han suffar við, tí tað, sum einaferð var ein bygd við spælandi børnum og skemtandi ungdómi, er fánað burtur í nærum einki, so tað valla hoyrist ljóð av bygdarlívi millum húsanna.

 

“Ja, her havi eg staðið í øldir. Havi sæð ættarlið eftir ættarlið vaksa til. Havi hoyrt ljóðið av bygdarlívi, havi hoyrt menn syngja á báti, tá teir eru farnir til útróðrar og tá teir komu aftur, rógvandi fram við landi inn eftir Svínoyarvík. Havi sæð kvinnur stákast við heimaarbeiði og ganga til neytar, og havi hoyrt beljandi kýr í haganum. Eg havi sæð piltar spæla í fjøruni og smágentur henta sóljur á bønum. Væl minnist meg Svínoyarbjarna, tá hann sum smádrongur plagdi at  spæla við smáar víkingabátar í fjøruni. Onkuntíð kom hann heilt út higar, kastaði onkran stein út av Dragabergi og plagdi at standa og skimast heim í bygdina og  yvir á Nesið. Systir hansara, Guðrun, var onkuntíð við honum. Hon bar perluband í hárinum og var so eygagóð. Tey vuksu til, og Bjarni tók við sum høvdingi eftir faðir sín. Guðrun var tá ein ung kvinna, og enn minnist meg tann dagin í fagrasta veðri, tá eg síggi tríggjar, stórar drekaskútur koma stevnandi norður um Høvdan. Sólin skínur so fagurliga á seglini, ið vóru vundin við silkibondum. Tær sigla tætt fram við Glygginum og fram við høku míni og stevna so inn á Svínoyarvík. Nú er tað Torbjørn Gøtuskeggi, ið ger sær fríggjaraferð til Svínoyar. Hann hevði fingið gott eyga á Guðruni og var farin at biðja sær hana til konu. Hetta verður honum játtað, og so varð stórt brúdleyp hildið í Svínoy. Tá var gleimur í bygdini, og brúdleypið stóð eina heila viku. Guðrun búsetist so í Gøtu, og hon gjørdist móðir til hin tiltikna Trónda í Gøtu. Eg kann minnast, at hann onkuntíð sum smádrongur og unglingi var og vitjaði mammubeiggja sín her í Svínoy.

 

 

Jú, víst er mangt at minnast afturá, sum øldirnar eru farnar.  Ríkar í minninum eru mær løturnar, tá ungdómurin skemtaði sær við dansi og spæli um næturnar, tá summarið breiddi sítt dimmi yvir eingirnar, so tað gjørdist skýmligt, men tó ikki bølamyrkt.  Eitt mjørkatám lá kanska á Keldufjalli, og sólin kastaði sítt vesturskin á fjøllini hesumegin. Sjálvur merkti eg stundum hvussu vangin rodnaði í glæmuni frá vesturskininum.

 

Har spældu tey í kátari ungdómsgleði; fylt av dreymum og vónum. Í summardimminum kendist ein farri av ævintýrljóma sum blandaðist við ljóðið frá syngjandi smáfuglum, mýrisnýpu og klippandi tjøldrum. Í summarlotinum og tí milda támi kyknaðu ungdómsdreymar í barmi teirra.  Ja, tað var sum ein heil dreymaverð, har sangur, kvæði og ungdómsleikir flættaðust inn í ta veldigu náttúru, tað dreymakenda summardimmið og angan av nýturkaðum hoyggi, so alt gjørdist til eitt brús av søtum longsli og vónum.

 

Víkin kundi tá vera sløtt sum ein spegil, og eg lýddi á leik teirra. Eg gleddist saman við teimum, og hitt blíða alduskvatlið fram við Dragabergi og Ómanesi var sum eitt fagurt undirspæl til leik og dreymar teirra. Hetta eru løtur, ið eg aldri gloymi. “

 

Tað er, sum um Dragin ikki kann halda tárunum burtur, nú minnini um farna tíð í Svínoy vella inn yvir hann. Ælið er nú á kroppinum á honum, og regnið er sum glitrandi tár, ið renna eftir kinnum hansara. “Skal hetta verða lagna svínoyinga, at tað ikki aftur skal hoyrast barnaspæl og ungdómslátur úr bygdini frá einum uppvaksandi ættarliði, ið skal taka við eftir teimum, ið leggja frá sær? Nei, hesin tanki er ov tungur at bera. Her má broyting í, og tað skjótt.”

 

Dragin kveitir aftur illbrýntur út í havið. “At bíða eftir valdsharrunum suðuri í Havn hevur ikki verið til stóra nyttu. Eg eri so argur nú, at eg má tosa við onkran, Ið skilir støðuna á sama hátt sum eg.  Kanska skal eg rópa á mín góða vin Havnartind. Hann hevur eisini verið trúfastur, og stundum frættir hann tíðindi av Viðoynni og Borðoynni. Kanska veit hann okkurt at siga mær í morgun.”

 

Ælið er nú rættiliga tjúknað samanum, og nú hómi eg bara Dragan ígjøgnum tað tætta regnið. Eg hoyri tó framvegis mál hansara, og nú hevjar hann røddina og rópar: “Havnartindur! Havnartindur! Hoyrir tú meg? Hvussu er vorðið har norðanfyri? Eg eri so yvirtikin av gomlum minnum her úr Svínoy, og vit báðir hava verið í leikum fyrr. Javngamlir eru vit og góðir vinir frá fyrndartíðum. Meg lystir at frætta tíðindi frá tær og vil eisini vita, um tú veitst nakað at siga mær um framtíðar ferðasamband til Svínoyar. Støðan, sum nú er, er jú ótolandi fyri menning av bygdini.”

 

Tað gongur ein løta, men so er tað sum  buldrar harðligt fossadun oman av fjøllunum. Ja, tað er sum grótlop og torusláttur alt í einum, nú Havnartindur í øllum veldi sínum tekur til orða og letur rødd sína ljóða: “Góðan morgun Dragin, mín góði vinur. Tú hevur hugsað so hart í morgun, at eg hoyrdi tað heilt her norður til mín. Jú, sanniliga hava vit báðir mong góð minni hiðani úr Svínoy. Tað rørdi mínar hjartastreingir, tá tú hugleiddi um ungdómsleik í summardimminum og barnaspæl í fjøru og á bøi. Eg kundi eisini síggja á eygnabránum á Knúki  og á Keldufjall,  at tárini snýktu seg fram í eygnakrókarnar

 

Nú er veðrið batnað aftur, men her hevur annars ikki verið hoyrandi fjallamál fyri brimduni, sum tað hevur leikað í her norðanfyri. Kaiin á eiðinum hevur ligið undir í stórum brotum, og sjórokið hevur staðið niðan í Norðdalsgjógv.

 

Tú spyrt um framtíðar ferðasamband. Ja, tað er ilt at vita, um politikararnir hava nakra sum helst ætlan við Svínoynni, men eg veit tó so mikið, at landsverk mælir til at gera rennistrong millum Svínoynna og Viðoynna ella úr Svínoy inn á Borðoynna. Higar kom maður úr Sveits og kannaði umstøðurnar her á leðinii. Hann arbeiðir fyri fyritøku, ið ger rennistreingir um allan heim – einar 100 um árið – so fyritøkan er von við tílíkt arbeiði. Hann segði, at tekniskt ber væl til at gera rennistrong her. Tað er bara ein spurningur um hvat politikararnir vilja.

Tað er tó neyðugt at gera nakrar undankanningar fyrst, so prísásetingin og linjuføringin fyri rennistrongin kann gerast neyvari. Landsverk bíðar eftir játtan frá Føroya Løgtingi til at gera hesar kanningar. Eg veit ikki , hvussu nógv tær kosta, men talan er neyvan um eina stóra upphædd.

 

Varð rennistrongur gjørdur, so varð títtleikin at ferðast millum oyggjarnar her nógv øktur. Tað hevði borið til at ferðast ímillum einar tvær – tríggjar ferðir um tíman. Nú tosi eg ofta við Sundaberg á Viðoynni, og tað kann eisini verða til gagns fyri røktina av hagapartinum har, um Rennistrongur varð gjørdur onkunstaðni hiðanifrá og niður á Sundaberg og síðani forlongdur hálva leið inn móti Hvannasundi. So var bert eftir at gera ein vegastubba út til rennistrongin. Tað hevði verið til gagns fyri ferðafólk, og hevði eisini skapt eina lættari atgongd til hagapartin har. Í Svínoy kundi ein terminalur verið á Høgenni ella kanska longri heimi eitt sindur oman fyri svimjihylin. Hetta hevði gjørt tað munandi lættari at ferðast.

 

Nú ein dagin tosaði eg fjallamál við Klubban á Fugloynni, og hann segði mær, at eisini í Fugloy vóru tey so smátt farin at tosa um rennistrong millum Fugloynna og Svínoynna. Stóðu fugloyingar og svínoyingar saman um hesa ætlan, so spurdist kanska okkurt burturúr. Hvat politikararnir annars vilja, veit eg ikki. Tað tykist sum um alt annað hevur størri týdning enn Svínoyggin, men vit mugu royna at halda vónini uppi.”

 

Dragin hevur nú tigandi lýtt á, meðan Havnartindur hevur talað. Eygnabráið er nú ikki so illbrýnt sum fyrr í morgun, tí rætt hevur Havnartindur; vit mugu halda vónini uppi: “Takk fyri, vinur mín. Tú ert altíð góður at heita á. Lat okkum bara vóna, at teir ráðandi í Havn vilja taka støðuna í Svínoy í álvara. Her er størsta byggilendi í Norðoyggjum, og tað er stórt spell, at Svínoyggin ikki hevur verið við í tí menning, sum annars hevur verið í samfelagnum tey farnu áratíggjuni. Her hevur verið bíðað eina hálva øld, men her kann ikki bíðast eina hálva øld aftrat, áðrenn okkurt verður gjørt. Her má okkurt gerast beinanvegin.”

 

Dragin hyggur aftur út í havsbrúnna. Ælið fánar so líðandi burtur, og sólin litar aftur morgunstundina við fløvandi glottum ið kasta sítt litríka spæl á hamrar og húsatekjur.

 

Eg siti stillur í stovu míni og undrist á hesa sjáldsomu morgunstund. Tað er ikki hvønn dag, at fjøllini eru so mælsk, men tá Svínoyggin og Fugloyggin ongan góðan eiga á Føroya Løgtingi, so mugu fjøllini tala.

 

 

Óli A. Reinert á Geilini

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein stórur hvalur er strandaður á Listas…
Lagnuval í Bretlandi
BankNordik lækkar rentuna á bústaðarla…
Elin hjá Ottu 90
Eru vanligar búskaparreglur galdandi í F…
KVF - ikki gott nokk!
EB/­Streymur og Jákup Martin halda fram
Børn og ung við ymiskum avbjóðingum hægs…
Fleiri áarlop hesa vikuna
Hagafundur fyri Strandahaga
Lands­stýrið brýtur stýrisskipa­nar­lógina
Kinesiskir myndugleikar hava ikki hótt l…
Núpur landar hósmorgunin
Tónlistar­skúlin jóla­konsert í Miðhøllini
Kvikk landaði á Kósini í morgun
Kina keypir 8% av føroyska útflutninginu…
Navnið er Nema
Eydnuhjól 15. desember í Skálanum
Stóra Jóla­blaðið á breddanum
Jákup B landar á Kósini í dag
Lýsing