Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eysturhøvdi á Svínoynni og Fugloyggin við Eystfellinum eystast.

Myndir: Ein túrur á floti

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  31.10.2019 - 22:19 Mentan Myndarøð Tíðindi

Týsdagin vóru undirritaði og Hans Hjalti Skaale á floti við fimmannafarinum Spógvanum. Endamálið var at fara ein skjótingatúr, men tað gekk onki við skjótingini. Vit sigldu suður um Leirvíksgrynnuna, síðani longur suður, til vit sóu Eystfelli á Fugloynni stinga seg undan Eysturhøvda á Svínoynni. 

Tá gjørdu vit av at sigla norðureftir. Vit sigldu líka norður á opnan Fugloyarfjørð. Á vegnum sóu vit bert tvær álkur, sum vi ikki fingu. Valdu at koyra snellurnar niður við hvørt og fingu nakrar fiskar. Synd at siga at hann var í heinta, men tó, vit fingu ríkiligt av fiski til okkum báðar. Veðrið kundi verið betur. Serstakliga vant vindurin seg upp í ælunum, ið vóru títt eina løtu.

Hetta er ikki besta tíð til myndatøku av náttúruni, men eg hevði myndatólið við og hava valt at leggja tær út hóast summarmyndir høvdu verið hópin betur. Valdi eisini at leggja tekst til myndirnar, til tað arbeiðið fekk eg fróðamannin Regin Meyer Olsen, ættaður úr Svínoy at hjálpa mær.

Hevur hetta tín áhuga, so ger so væl og brúka eina løtu at hyggja at hvussu landið eisini sær út:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein stórur hvalur er strandaður á Listas…
Lagnuval í Bretlandi
BankNordik lækkar rentuna á bústaðarla…
Elin hjá Ottu 90
Eru vanligar búskaparreglur galdandi í F…
KVF - ikki gott nokk!
EB/­Streymur og Jákup Martin halda fram
Børn og ung við ymiskum avbjóðingum hægs…
Fleiri áarlop hesa vikuna
Hagafundur fyri Strandahaga
Lands­stýrið brýtur stýrisskipa­nar­lógina
Kinesiskir myndugleikar hava ikki hótt l…
Núpur landar hósmorgunin
Tónlistar­skúlin jóla­konsert í Miðhøllini
Kvikk landaði á Kósini í morgun
Kina keypir 8% av føroyska útflutninginu…
Navnið er Nema
Eydnuhjól 15. desember í Skálanum
Stóra Jóla­blaðið á breddanum
Jákup B landar á Kósini í dag
Lýsing