Lýsing
Lýsing

Mikkjal K. Thomassen: Hetta er hæddarpunktið av longum og hørðum arbeiði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  31.10.2019 - 18:22 Ítrottur Tíðindi

Venjarin hjá KÍ var sera fegin eftir FM-finaluna í Tórshavn.

Norðlýsið hitti venjaran hjá KÍ eftir 3-0 sigurin í FM-finaluni móti B36.

- Eg eri øgiliga fegin vegna leikararnar, venjarahópin og allar KÍ-arnar runt um í heiminum, ikki minst teir í Norðoyggjum. Tað hevur staðið nógv á, og fólk hava ynskt tað nógv, kanska so nógv, at tað hevur verið eitt ''haft'' um beinini. Nú glapp tað, og eg haldi, at tað var við manér. Eitt øgiliga flott kappingarár og ein flottur dystur í dag frá leikarunum, segði Mikkjal eftir dystin.

 


Hildu høvdið kalt

Tað stóð nógv uppá spæl í síðsta dystinum, har KÍ skuldi hava minst javnleik fyri at tryggja sær fyrsta meistaraheitið í 20 ár. KÍ hevur verið nær við okkurt annað ár, men í ár hildu leikarar og venjarar høvdið kalt í avgerandi løtunum.

- At vinna er nakað, ið ein venur seg við. Tað er nakað, ið vit hava bygt upp spakuliga, eina vinnaramentan í mátanum vit venja og spæla uppá. Tað kom eisini til sjóndar hendan síðsta dystin, tí tað var eingin fjáltur á. Vit spældu uttan ótta. Vit eru øgiliga sterkir, tá tað skal avgerast, og tað er nakað, sum ein ikki byggir upp eftir einum degi. Tað tekur tíð og krevur tol til at byggja eitt felag upp, ið hevur ligið í einum djúpum aldudali, til at røkka toppin. Tað hevur týdning at halda fast, eisini tá tað stendur á, segði KÍ-venjarin.

 

Hetta var toppurin

Venjarin hjá KÍ staðfestir stóra týdningin av meistaraheitinum.

- Fótbólturin í Klaksvík er ein partur av samleikanum og í so máta hevur tað ein týdning, sum røkkur langt útum vøllin. Hetta er ein av størstu løtunum hjá mær í fótbólti. At sloppið at verið venjari hjá KÍ og so vinna løgmanssteypið, koma víðari í Europa tvey ár á rað og so vinna FM. Vit hava faktisk vunnið alt sum vinnast kann eftirhondini. Hetta meistaraheitið stendur eftir sum eitt hæddarpunkt av eini øgiliga hørðum og longum arbeiði. So hetta er ómetaliga stórt, sigur Mikkjal K. Thomassen.

Seinastu tíðindini
Móttøka hjá Toyota í Klaksvík
Útróðurin í dag
Kanningar­arbeiðið av hending­ini við Sjob…
Eik Banki misti 90 mió. kr. tí umboð fyr…
Klaksvíkar Handils­felag klárt til jólasø…
Bakkafrost: Møguleiki at keypa nýggj par…
Úrslitið av lands­seyðasyning­ini kunngjør…
Steðga rúsdrekka­koyring!
Kykmynd: Rundvísing á Skúlatrøð
David Langgaard til AB
Brotin vallyfti, bringuprýðið hjá Jenisi…
Frælsishetjan Jenis
Minningarorð um Snæbjørn Hansen
Ársins leikari í gipsi komandi tíðina
Svarti fríggjadagur nærkast
Krúndiamantbrúðarparið Gretha og Levi J…
Tjóðleik­hús inn á Skálafjørðin
Fólka­flokku­rin í 2017: Viðurkennið Jerus…
Vinn eitt pláss á temadeg­num við Svend B…
Ruðuleikin í samband við menningar­kvotur…