Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lomvigi | Mynd: Jóan Petur Petersen

Viðmerking til tað sum skriva er um fugl , og fuglaveiðu

SKRIVAÐ: Gullak Gullaksen  |  02.11.2019 - 10:06 Lesarabrøv Mentan

Eg eri uppvaksin á fuglaplássi , og havi í mínum yngri árum Uppliva so nógvan fugl sum nakar sum livur ídag .Tá eg var smádrongur úti í Hattarvik , í 50 umun var sera nógvur fuglur.

Minnist at um summari lá hellan avdekka við fugl , hvørt kvøld , tað bleiv veitt Lomviga í juni og juli og lundi í juli út til hálvan august , minnist at eldru menninir tosaðu um tá at fuglurin var byrjaður at minka , tað hevði veri meiri til av fugli áður, men mitt í 60 unum byrjaði orduliga at minka við lomviga , lundin var tann sami , menn gittu um orðsøkina , og var tosa at fyrurin á stapanum ( Bispinun ) kanska hevði skuldina , men síðan hoyrdist aðrastaðni frá at at eisini var fari at minka har , so tað kundi tað ikki vera Lomvigin hevur bara minka síðani , og nú er líti eftir , enn haldi eg eingin kennir veruligu orðsøkina til tað.

Lomvigin bleiv friðaður fyri fleyging í 70 unum , og ta fór at minka skjótari , so tann orðsøkin bleiv útiloka Lundin byrjaði at minka um aldarskifti , og hevur veri ójøvn ár síðani

Mesti lundi sum hevur veri í fugloynni var í 1996 , Urðin Mikla sum er eitt tað størsta lundapláss í føroyum , har áttu helst fleiri 100.000 pør , minnist at tá landkoma var , urðin sat snjóhvít , fuglurin líkasum trokaði hvønn annan av á steinunum , sjógvurin var kolsvartur av fugli ,  tá so fuglurin kom upp at flúgva var ordilig skýming innanfyri

Eg vil halda at eingin hevur fleyga fugl úti í Fugloy av týdningi seinastu 20 árini , men fuglurin bara minkar , so fleygingin hevur í hvussu fer ikki skuldina  í Fugloynni. Man hoyrir frøðingar tosa at friða fuglin fyri fleyg , tað er púra óneyðugt , tað orðnar seg sjálvt , í dag er hatta fari , eingin hevur hug til slíkt , og at duga at fleyga , man vera so sum so

Eg fari at vísa til ein reellan vanda , og tað er rovfuglurin , Bakur , Skúgvur , Ravnur , Likka , má siga at tá vit komu fyrstu ferð niður í skorðarnar aftaná lopi var , komu oman á tað niðastu rókina , har atti eitt baka par , var næstan sum at koma niður á eina lomviga rók , har var avdekka av skæli av lomviga eggum

Fóru einaferð  upp a eina hellu inni í Skarsvik eitt bakapar átti har , og har lá í hundravís av sundurskræddum lundum , hevði ikki trú tí um eg ikki sá tað sjálvur  , og so seint sum síðsta summar tá menn vóru á fjalli inni í Skarsvík lógu sundurskræddir lundar at síggja um allan hagan , so har er ein verulig hóttan fyri svartfuglin , fyrr minnist eg , um menn sóu ein skúgv , ja so bleiv alt gjørt fyri at fáa livi av honum , teir gomlu menninir gjørdu alt fyri at halda rovfuglinum burtur , men nú verðdur líti og einki gjørt

Haldi um man vil svartfuglinum væl so má okkurt gerast fyri at minka um rovfuglin , verður nokk ómøguligt at hava bæði

Hugsaði bert at hava hesa ískoyting til skrivingina um fuglin

 

Vinarliga

Gullak Gullaksen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar