Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tummas Lervig handar Arcibald Black nevndarformanni gávuva á 10.000 kr.

Lions Club Eysturoy 50 ár

SKRIVAÐ: Lions  |  08.11.2019 - 17:58 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tann 26 oktober 1969 bleiv Lions Club Eysturoy stovnaður og hevur sostatt 50 ár á baki.

Av teimum sum vóru við til stovnan eru fleiri aktivir limir framvegis.

Tíðirnar broytast og i dag eru Lions Club Eysturoy og Klaksvík sami felagsskapur.

Í samband við 50 ára dagin hevur Lions felagsskapurin síðstu tíðina verði runt og vitja ymiskar

stovnar og feløg og í tí sambandi stuðla undir við peningagávum til góð endamál.

 

Jóhan Petersen handar Jústenes Eidisgaard gávuna.

 

Lamba Síminarhús á Hellunum.

Jústenes Eidesgaard greiddi hegnisliga frá um húsini sum eru bygd upp, einans av rekaviði.

Hann hevði altíð sæð upp til Lions felagsskapin, og var tað hjartanemandi at móttaka eina gávu á 10.000 kr til hesa serligu verkætlan.

 

Jan E. Petersen handar Kára millum Garðanar gávuna.

 

Dragin KG 212 seglskip.

Dragin er ein sera virkin felagskapur sum hevur lagt stórt virði í at varðveita mentana við seglskipum.

Í samband við flaggsiglingina í summar, stuðlaði Lions Draganum við einari Iridium satelittelefon á

10.000 kr sum formaðurin Kári Millum Garðanar tók fegin ímóti.

 

Jóhan Petersen handar Josefinu Jacobsen gávuna

 

Fornminnisfelagi á Nesi.

Tað hevur altíð verið ein stórur dreymur hjá forminnisfelagnum á Nesi at fingið prestagarðin aftur til sín

uppruna, størsta avbjóðingin í løtuni er at skifta klædning og umvæla lesirúmið. Josefina Jacobsen

forkvinna frøddist um at móttaka 10.000 kr til hetta arbeiði, hon nevndi í hesum sambandi tann góða

stuðul tey høvdu fingið frá Lions at keypa Gamla Prestagarðin fyri í sínari tíð.

 

Petur Gaardlykke handar Árant Hansen gávuna

 

Gøtu Fornminnisfelag.

Árant Hansen var ikki sørt bilsin og tikin á bóli tá hann skuldi møta upp til hugnaløtu hjá Lions, var sera

fegin um at móttaka hesa gávuna á 10.000 kr sum brúktar verða til fleiri smærri verkætlanir, so sum løkin

oman millum húsini í býlinginum í Norðagøtu.

 

Jan Petersen handar Jyttu Friang gávuna til skannarin

 

Læknamiðstøðin í Gøtudali.

Lions Eysturoy hevur altíð fari langt við sínum átøkum og hjálpt yvir um mørk, tí var tað ein sjálvfylgja at

stuðla við 125.000 kr til ein skannara á læknaviðtaluna í Gøtudali, Jytta Friang kommunulæknin frøddist

um møguleikin hon nú hevði fingið, at hjálpa sínum sjúklingum, og kom hetta í síðsta enda at verða

samfelagsligt gagnligt.

 

Jóhan Petersen handar Jóngerð Guttesen leiðari fyri Roðan og Torbjørn Jacobsen nevndarformanni fyri Roðan peningagávuna.

 

Ellis og røktarheimið í Runavík.

Ellis og røktarheimið í Runavík hevur altíð verði hjartabarnið hjá Lions felagsskapinum í Eysturoy. Teir var

ein fragd at hoyra Niclas Foldbo greiða frá um tilgongdina at byggja heimið í sínari tíð. Jóhan Petersen

legði afturat hvussu endurvenjingin og busskipanin var komin upp at koyra við stuðli frá Lions.

Jóngerð Guttesen leiðari fyri Roðan og Torbjørn Jacobsen nevndarformaður, vóru sera takksom fyri

hugskotið, at koma við stuðli, og einum innsparkið at fáa tann heita hylin aftur til sín rætt, eftir at hava

staði staðið óvirkin í nógv ár. Tey takkaðu Lions fyri upphæddina á 125.000 kr. og vónaðu at hylurin varð

virkin aftur tíðliga komandi ár.

 

Nevndin í Lions Club Eysturoy og Klaksvík samla í svimjuhylinum á Ellis og røktarheiminum. Frá vinstru Petur Gaardlykke, Tummas Lervig, Jóngerð Guttesen leiðari fyri Roðan, Torbjørn Jacobsen stýrisformaður fyri Roðan, Jan E. Petersen og Jóhan Petersen.

 

Nólsoyar Pálls húsini Klaksvík.

200 ár eftir at Nólsoyar Páll bleiv borin í heim, varð fyrsti Lions felagsskapur stovnaður her á landi,

at Lions nú letur gávu á 10.000 kr. til uppbygging av hansara garði, frøist Arcibald Black og teir sum

standa aftan fyri hesa verkætlan, sera nógv um.

 

Tummas Lervig handar Arcibald Black nevndarformanni gávuva á 10.000 kr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað