Lýsing
Lýsing

Lykilin til FM: Dalaðu ikki eftir summarsteðgin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.11.2019 - 18:41 Ítrottur Tíðindi

Fyri fyrstu ferð undir leiðslu av Mikkjal K. Thomassen fekk KÍ yvir 2,00 stig í miðal eftir summarsteðgin, og tað gjørdist avgerandi.

Í summar skrivaði Norðlýsið grein um undir yvirskriftini ''Fer støðið hjá KÍ at halda eftir summarsteðgin?'', at undanfarnu ár hevði KÍ ikki hildið støðið eftir summarsteðgin. Øll árini frá 2016 til 2018 vístu stóra afturgongd eftir summarsteðgin. Skuldi KÍ vinna FM, so kundi tað sama ikki henda í ár. KÍ fekk í somu grein rós fyri at hava styrkt um hópin í summarsteðginum, tí tað var ikki gjørt hini árini. KÍ fekk tilgongd av Páll A. Klettskarð, Semir Hadzibulic og Magnus Stamnestrø, og teir fingu allir stóran leiklut í summum dystum eftir summarsteðgin, serliga Páll og Semir.

 

SÁS SES

2016: 2,38 2,00

2017: 2,07 1,77

2018: 2,33 1,33

2019: 2,29 2,62

SÁS: Stig í miðal pr. dyst áðrenn summarsteðgin

SES: Stig í miðal pr. dyst eftir summarsteðgin

 

KÍ vann 9 teir seinastu dystirnar og í 13 dystum eftir summarsteðgin misti KÍ bara stig í tveimum dystum. Báðir á heimavølli, har dysturin móti Skála endaði 2-2, meðan B36 vann 2-0. B36 á 2. plássi fekk 63 stig. Tað veldst eitt sindur um, hvørjum man fær stig ímóti, men hevði KÍ ''bara'' hildið støðið frá áðrenn summarsteðgin, so hevði KÍ fingið 62 stig, sum møguliga ikki var nokk til at vinna FM. KÍ fekk fyri fyrstu ferð undir leiðslu av Mikkjali K. Thomassen yvir 2,00 stig eftir summarsteðgin, og tað gjørdist munurin á FM og ikki FM.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Danmark-Føroyar í oktober
Fylg makrel­kanningu­num 2020
Tað spruttar av lívi í Klaksvíkar Róðrar…
Tróndardagur í Gomlu Norð­ragøtu
Løgtingsvalið í Klaksvík 1994
Marknaðargrundað skipan í Havn
Team Klaksvík hevur tveir útlendskar mál…
Lógaruppskot um bústaðaætlan til hoyring…
Team Rynkeby á ferð í Føroyum
Silvur­brúdleyp - June og Trygvi
Minningarorð - Osmund Berg
CO -neutralar farteldur koma til Føroyar
Svimji­høllin í summar
Grindin í Árnafirði fekst ikki til merki…
Matstovur bjóða vælkomin
Útleigan av matstovu- og handilshølum vi…
Úrslitið hjá JFK-samtaki­num í 2019 var n…
Símun Poulsen stjóri í Vinnuháskúlanum
Lægsta arbeiðsloysið nakrantíð
Framtíðin hjá Kalsoynni