Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: h-a.no

Tí valdi Ole Erik Midtskogen at koma til KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.11.2019 - 15:55 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið hevur sett nýggja KÍ-leikaranum nakrar spurningar.

Leygarkvøldið kunngjørdi KÍ, at felagið hevði gjørt sáttmála við 24 ára gamla norska leikaran Ole Erik Midtskogen. Talan er um leikara, sum kemur frá HamKam í næstbestu norsku deildini.

 

Tí fall valið á KÍ

Ole Erik Midtskogen sigur við Norðlýsið, at hann hevur hoyrt gott um KÍ.

- Eg havi hoyrt gott um KÍ umvegis leikarar sum eg kenni, sum hava spælt fótbólt í Føroyum. KÍ ljóðar til at vera eitt sera spennandi felag, sum hevur stórar málsetingar. At spæla dystir í Europa verður eisini stuttligt. Eg havi hoyrt nógv gott um hópin og toymið rundanum, so eg gleði meg nógv at koma í gongd og koma at kenna fólkini, sigur Ole Erik Midtskogen við Norðlýsið.

 

Kropsliga sterkur

Tá vit biðja Ole Erik Midtskogen lýsa seg sjálvan sum leikara, so vísir hann serliga til kropsliga partin.

- Skal eg siga tað, so eri eg ein natúrligur leikari at spæla fram til við nógvari nærdyststyrki og nógvum ''innsatsi''. Skapi nógv í álopspartinum og gevi alt fyri liðið, sigur Ole Erik Midtskogen við Norðlýsið at enda.

 

Sáttmálin millum KÍ og Ole Erik Midtskogen er galdandi fyri kappingarárið 2020.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum