Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jógvan Helgi Hansen

Fiskivinnu lóggávan hevur hart brúk fyri tillagingum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  11.11.2019 - 09:44 Lesarabrøv Politikkur

Beit merki í eina Facebook viðmerking hjá Oskar Hermansson tann 8. november  til oddagrein í Norðlýsinum har stjórin á Norðlýsinum staðfestur at kjakið um Fólksins Ogn er liðugt og endaði í veruleikanum í 1996. Eftirfylgjandi hava allar lóggávurnar staðfest ognarrættin hjá Føroya Fólki. Oddagreinin vísti á at kjaki snýr seg ikki um ognarættin, men um hvør skipan skal  verða sum regulerar og tryggjar vinnuni eina hóskandi brúksskipan.

 
 
 
Umtalaða oddangrein kann lesast HER

Nakrir føroyskir búskaparfrøðingar tvíhalda um at tað ber einans til at umsita fiskivinnuna við eini uppisøluskipan, sum skal verða skal verða fullkomiliga óavmarkað og teir eru enntá í øðini inn á at undanfarna samgonga kom við einum "kriblingi" av eini uppboðssølu.
 
Undir oddagreinini sum stjórin á Norðlýsinum skrivaði við hepnari hond, hevur Oskar Hermansson, sum seinastu mongu árini hevur verið sera ásýniligur í fiskivinnukjakinum í høvuðsstaðnum, hesa viðmerking:
 

Íðan so heldur tú eisini at tá tú leigar tíni hús til onnur at búgva í, at teimum nýtist ikki at gjalda leigu? Tey sleppa kanska eisini at leiga tey út til triðja part? Nóg mikið er at tey rósa tær fyri tey flottu hús, tú eigir?

Tú heldur at Føroya fólk skal taka til takkar við hesi flottu orðing í lógini, at fiskurin er ogn Føroya fólks, og annars lata privat vinnurekandi gera sær dælt av búskaparliga avkastinum upp á hundraðtals miljónir.

Eg haldi tað er líka so ørt sum at lata onnur leiga tíni hús út til bústað hjá triðjaparti.

Heilsan Hermann

 

1.     Veruleikin er at føroya fólk ikki kann verða "leiguinntøkuna" fyriuttan. Hetta er samstundis einasta inntøkan hjá Føroya Fólki og hon hevur stert og eitur Ali- og Fiskivinna.
2.     Herman Oskarsson veit val at leigarin hevur alstóran týdning fyri eigaran, tí arbeiði  og virksemið hjá leigaranum ger at føroya fólk fær nógvar aðrar ágóðar úr dagliga virkseminum hjá leigaranum, enn bara sjálvt leigugjaldi.
3.     Tí veit eigarin eisini at tað er umráðandi at umstøðurnar hjá leigaranum eru nøktandi, so at leigarin ikki missir áhugan fyri at leiga húsini.
4.     Herman Oskarsson og Føroya Fólk mugu vita at einhvør leigusáttmáli millum eigara og leigara má verða púra greiður. Eingin leigari fæst at búgva í húsinum um eigarin krevur at leigarin hvønn mánað skal út úr húsinum, og latast eigaranum at lýsa leys í miðlunum og nýggjur leigusáttmáli  gerast. Skuldi eigarin enntá kraft at leigarin hvønn mánað skuldi kappbjóða við onnur um at fáa húsini  er tað sjálvsagt at hetta hevði gjørt umstøðurnar hjá leigaranum ótolandi.
5.     Um leigarin leigar húsini út til ein triðjapart er væl einki forgjørt í um hetta er gjørt í samráð ella við góðkenning eigarans. Og fær eigarin eisini pengar úr avtaluni við ein triðjapart, so hevur eigarin væl onga orsøk at verða misnøgdur.
 
 
Hví ikki uppisøla
Ja nú er so nógv sagt og skrivað um hetta evnið men eg haldi tó framvegis at lýsingin sum Kjartan Hoydal sála hevði í Sosialinum av hví hann ikki dugdi at síggja nakra meingin við uppboðsøluni er sera beinrakin og áhugaverd. Hon er prenta í Sosialinum í Januar 2014.
 
Kjartan Hoydal talaði alment ímóti at selja fiskiloyvir á almennari uppboðssølu, og hann fanst eisini alment at ráðgevingini frá ICES og havstovuni. Í Januar 2014 segði Kjartan Hoydal, sáli, í samrøðu við Sosialin at tað bar ikki til við uppboðssølu har hann undirstrikaði at eingin í vinnuni skilir hugsanina aftan fyri eina fiskuvinnu, ið er rikin 100% eftir marknaðartreytum, og at hann heldur ikki skilir hetta sjálvur.
- Vinnan vil hava vissu fyri, hvat hvør veiðubólkur eigur hvørt fiskiárið, og tá lok er lagt á tann partin, vilja teir sleppa at fiska, siterar Sosialurin, Kjartan Hoydal.
 
Í samrøðuni leggur Kjartan Hoydal dent á, at ein uppboðssøluskipan heldur ikki fer at tryggja okkum ein fjølbroyttan flota, um tað er tað, vit vilja hava.

- Tað er avgjørt neyðugt við einum fjøltáttaðum flota. Vit skulu minnast til, at tað er ein grund til, at flotin er samansettur, soleiðis sum hann er, við teimum ymisku veiðibólkum. Tað er tí, menn hava sæð, at tað loysir seg at fiska eitt slag við línu, eitt annað við gørnum, eitt triðja við troli og so framvegis. At so at kalla allur botnfiskiskapurin í fleiri ár hevur ligið í tungum sjógvi er ikki at kasta verandi fiskivinnuskipan fyri, men umsitingini av henni, segði Kjartan Hoydal við Sosialin.
 
Á ráðstevnu á fiskirannsóknastovuni 6. Juli 2005 segði Kjartan Hoydal, sáli, at tað var skeivt at brúka stovnsmetingar sum grundarlag fyri at áseta veiðutrýst.


Hann var sera atfinningarsamur móti tí ráðgeving sum føroyskir myndugleikar hava fingið og framvegis fáa frá fiskifrøðingunum hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni.


- Ráðgevingin hóskar ikki til fiskidagaskipanina. Stovnsmetingar vísa seg altíð at vera skeivar í mun til bæði nútíðina og framtíðina, segði Kjartan Hoydal.

Á nevndu Ráðstevnuni brúkti Kjartan Hoydal, sáli, hagtøl yvir veiðina og vísti á ósamsvarið við stovnsmetingar, sum hava verið brúktar í ráðgevingini hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni.
 
– Stovnsmetingar kunnu ikki brúkast sum metoda til at stilla upp á veiðitrýstið, konstateraði hann og vísti á at fiskidagaskipanin ikki er ein kvotaskipan.
 
Sosialurin skrivar í nevndu grein at Kjartan Hoydal metti at fiskidagaskipanin við øllum teimum amboðum ið eru tengd at henni, er at rokna sum ein tann besta í øllum heiminum.
 
- Men, legði hann afturat, tær upprunaligu útrokningarnar fyri teir ymisku skipabólk-arnar mugu gerast umaftur, so skipanin samsvarar betur við broytingar sum síðani 1996 eru hendar í flotanum.
Hinvegin hevur ráðgevingin hjá ICES og Fiski-rannróknarstovuni ongantíð verið lagað eftir fiskidaga-skipanini og teimum fyritreytum ið eru serligar fyri Føroyar, legði hann afturat. 
- Ráðgevingin hevur als ikki tikið støði í fiskidagaskipani og her skjóti eg upp at Landsstýrið biðjur um eina aðra ráðgeving frá ICES, eina ráðgeving ið júst byggir á fiskidaga-skipanina. (Sitat endað)
 

Vinarliga

John William Joensen, prentari
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku