Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kæra hjá Effo/Vindrøkt seinkar Visjón 2030

SKRIVAÐ: Hendrik Egholm, forstjóri Magn  |  11.11.2019 - 10:17 Tíðindaskriv Vinna

Vit skilja ikki, at Effo/Vindrøkt vilja seinka grøna orkuskiftinum við eini meiningsleysari kæru, sum longu er tapt, sigur Hendrik Egholm, forstjóri í Magn.

Effo/Vindrøkt hevur kært avgerðina hjá Umhvørvisstovuni at lata felagnum hjá Magn og LÍV loyvi at seta 6 vindmyllur upp í Flatnahaga. Kæran hjá Effo/Vindrøkt er ógrundað og óseriøs. Og ikki bara tað. Hon fær eisini ta avleiðing, at skiftið til grøna orku verður seinkað púra óneyðugt.

 

Magn/LÍV nógv betri prís enn Effo/Vindrøkt

Effo/Vindrøkt finst at útrokningunum hjá Magn og LÍV og vil vera við, at tilboðið hjá okkum ikki inniheldur allar kostnaðir, ið ávirka prísin. Hetta er ósatt. Okkara tilboð uppfyllir allar treytir í útbjóðingartilfarinum. Tí er kæran hjá Effo/Vindrøkt burturvið.

 

Effo/Vindrøkt fingu stórar fyrimunir í útbjóðingartilgongdini, tí tey, á onkran løgnan hátt, fingu einkarrætt uppá eitt sera gott lendi í Hoyvíkshaganum, sum bæði SEV og Magn høvdu áhuga í. Hetta beint ímóti galdandi praksis, og tilráðingunum hjá Orka og Umhvørvisstovuni. Hóast tað, varð teirra prísur munandi hægri enn bæði tann hjá Magn/LÍV og tann hjá SEV.

 

Orka á Umhvørvisstovuni eru tey einastu, sum hava sæð tilboðini og útrokningarnar hjá øllum tilboðsgevarunum. Orka staðfesti greitt, at Magn/LÍV kundu veita bíligasta streymin. Prísurin hjá okkum var 0,231 kr/KWt, meðan prísurin hjá Effo/Vindrøkt var 0,284 kr/KWt. Altso omanfyri fimm oyru bíligari fyri hvønn kilowatt-tíma. Hetta er ein sera stórur munur! Vit halda tað verða margháttligt, at Effo/Vindrøkt kæra, at Magn og LÍV kunnu veita føroyingum bíligari streym, enn tey kunnu.

 

Seinkar grøna orkuskiftinum, økir dálkingina, og kostar SEV umleið 40 milliónir kr.

Effo/Vindrøkt hava sjálvandi rætt til at kæra avgerðina hjá Umhvørvisstovuni. Men her er bara onki at koma eftir, og havandi stóra prísmunin í huga, burdi tað verið greitt fyri einhvønn.

Størsti trupulleikin við kæruni er, at hon hevur so sera óhepnar avleiðingar fyri grøna orkuskiftið og ætlanirnar um at røkka Visjón 2030, har oljan skal vera skift út við varandi orkukeldur.

Vindmyllurnar hjá Magn og LÍV skuldu setast upp næsta summar og byrja at veita grønan streym longu í september/oktober 2020, men av tí at vindmyllurnar bara kunnu setast upp um summarið, náa vit ikki at seta tær upp til tíðina, orsakað av kæruni. Avleiðingin verður, at vindmyllurnar heilt vist ikki kunnu setast upp fyrr enn summarið 2021.

At Effo/Vindrøkt útseta grøna orkuskiftið hevur við sær, at Føroyar fara at brenna 13.000 óneyðug tons av sera dálkandi tungolju. Hetta svarar til 36 mió. tons í eyka CO2-útláti. Harumframt noyðist SEV hesa tíðina at brúka umleið 40 milliónir eyka krónur til keyp av tungolju.

Vit skilja ikki, at Effo/Vindrøkt vilja seinka grøna orkuskiftinum við eini slíkari meiningsleysari kæru, sum tey vónandi eru fullgreið yvir longu er tapt, heldur enn at arbeiða fyri einum grønum orkuskifti saman við Magn og LÍV.

 

Hendrik Egholm

forstjóri, Magn

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni