Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Eru Føroya um at blíva vaksnar?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  15.11.2019 - 11:05 Bloggur Mentan Politikkur

Donsku fjølmiðlanir hava frætt um føroysku handilssamráðingarnar við Russland, og onkur av teimum vilja vera við, at hesar samráðingarnar liggja á markinum millum reint føroyskt malsøki og danskt málsøki.  Mett verður, at um Føroyar fá ov stóran part av altjóða inntøku síni úr Russlandi, so kann hettar ávirka trygdina hjá Føroyum mótvegis Russlandi.

Føroyingar hava helst ikki haft stórvegis áhuga fyri altjóða trygd. Søguliga hevur landið ikki verið aktivt í bardaga móti øðrum londum, hóast kríggj úti í heimi vissuliga eisini hava haft sína ávirkan í Føroyum, serliga teir tveir heimsbardagarnir. Ein kann næstan siga, at Føroyar gjøgnum øldirnar hava fingið loyvið til at sova sín ”tornerosesøvn” í trygdarviðurskiftum.

Undir seinna heimsbardaga blivu oyggjarnar hertiknar av bretum, og væl var at so var! Tí, um týskurin var komin nakrar dagar seinni, so høvdu vit neyvan hátíðarhildið hertøkuna! Lagnan hjá Danmark og Noregi undir seinna heimsbardaga sigur eitt syndur um hetta!

Við tað at Atlantshavið hevur ligið sum ein verjugarður kring Føroyar, so er fremmandahóttan, hóttan um innrás, líkasum ikki partur av føroyska mentalitetinum, av føroyska DNAnum. Onkursvegna hava føroyingar hildið seg verið friðhalgaðar í so máta,  meðan aðrar tjóðir sanniliga vita hvat tað er, at líða undir fremmandari og harðrendari innrás.

Bretar gjørdu, sum longu nevnt, innrás undir seinna heimsbardaga.  Og vit sum eru uppvaksin í Klaksvík, upplivdu eina vápnaða innrás longu aftur í fimmtiárunum. Men, føroyingar gloyma skjótt, tí tá NATO fór undir byggivirksemi í Føroyum, tá var andstøðan stór!  NATO hevði onki at gera í friðarligu Føroyum, og hvør fór at finna uppá at gera innrás í lítlu fittu Føroyum??? Alt hettar, samstundis sum Føroyar vóru umgyrdar av einum alvápnaðum, risastórum sovjetiskum fiskiflota!

Við tað at føroyingar soleiðis eru slopnir undan harðrendum og óynsktum innrásum av fremmandum valdum, so hevur føroyska sálin eisini á ein hátt rurað seg sjálvan í svøvn, við teirri fatan at ongin vil Føroyum nakað ilt (uttan danir sjálvandi!), og hava ilt við at ímynda sær, at stórveldini kring okkum vilja okkum annað enn bara gott. Mong halda kanska enntá, at Russisku ella Amerikansku forsetanir fara at banka uppá og spyrja pent um loyvi, áður enn teir kanska gera vápnaða innrás í Føroyum.

Nú er endamálið hjá mær ikki, at mála sjálvan Illamann uppá veggin. Men, barnsligi naiviteturin hjá føroyingum í hernaðarmálum er bæði hjartanemandi og ræðandi! Heimurin er, í so máta, alt annað enn vakur, tað minna tíðindini okkum um hvønn dag.

Tað sigst, at strutsurin stingur høvdið niður í sandin tá hann skal fjala seg fyri rovdjórunum, tí hann heldur at so halda rovdjórini at hann er ein runnur. Men, strutsurin gloymir, at rovdjórini eisini duga at lukta, og kunnu lukta langan veg.

Føroyingar, sum annars ikki smæðast fyri at válka sær í synd og óndskapi, glatan og undurgangi, noyðast at finna seg í, at verðin veruliga er ónd, at tað finnast leiðarar úti í heimi, sum ikki bara vilja øllum væl, og at óndskapurin ikki bara er ein teoretisk hóttan, innanveggja í kirkjum og samkomum.

Sum ein vaksin tjóð millum tjóðirnar, noyðast føroyingar at velja hvar landið skal hoyra heima, tí neutralitetur finst ikki í altjóða valdshøpi! Stórar tjóðir ræðast til dømis loysnirnar hjá HUAWEI, og ávarað móti teimum, og hvat Kina kanska hevur í hyggju – helst vita føroyingar betur? Hvør veit, tí føroyingar vita jú altíð best!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið