Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið tendrað í dag

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  30.11.2019 - 10:14 Mentan Myndarøð Tíðindi

Eitt serstakliga vakurt jólatræ stendur niðanfyri gamla kirkjugarð í Vágstúni. Hetta træið verður tendrað í dag kl. 15.30 -  og træið í Árnafirði kl. 17.

Tað er Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum heldur røðuna í Klaksvík, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir við gamla kirkjugarð.

Skótarnir seta eisini upp eina bálskál at fløva seg við. Sum sagt verður jólatræið í Vágstúni tendrað leygardagin 30. november kl. 15.30.

Í Árnafirið er tað Olivar Askham, sum er ættaður úr Árnafirði, ið heldur røðu við jólatræið, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Eftir haldið verður boðið til ein kaffimunn og prát í gamla bygdahandlinum. Í fjør segðist, at ongantíð høvdu verið so nógv fólk í handlinum samstundis.

Jólatræið í Árnafirði verður, sum sagt, tendrað leygardagin 30. november kl. 17.00.

Veðrið í dag verður gott – høgur, 6 stig og turt.

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 2. desembur kl. 19.00 - Hanus á Gørðum, prestur heldur røðu.

Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Boðið verður kaffimunnur aftaná.

 

 

-----------------------

Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 30. november kl. 15.30.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

 

Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 30. november kl. 17.00.
Olivar Askham heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.

 

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 2. desembur kl. 19.00
Hanus á Gørðum, prestur heldur røðu – boðið verður kaffimunnur aftaná, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

 

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mikukvøldið 4. desember kl. 17.00
Rúna Sivertsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

 

 

Kalsoy
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið   5. desember kl. 18.00
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið    5. desember kl. 19.00
Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið        5. desember kl. 20.30

Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið    5. desember kl. 21.00

Sigrun Heldarskarð heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 22.35 – bussur er við í ferðini.

 

Svínoy

Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 7. desember kl. 16.00
Poul Sivar Olsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur kommunu­stjóri í Fuglafjarðar kom…
Tunlarnir norður um fjall eiga tørn
Javnseting av kynunum
Royndu nýggja leikskipan
Tunlarnir norður um Fjall standa fremst!
Kappróður á Norð­oyastevnu
Sniðálop á festarar og festis­skipanina
J. &. K. Petersen: 1. byggistig avhendað…
Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív
Starvs­fólk á eldraøki­num kannað fyri COV…
Føroya Bjór Renningin verður á Norðoyast…
Voxbotn flutt til 5. september 2020
Summar­festivalu­rin: Útmelding ávegis
Ljós yvir Hjálparpakka 3
Norðlýsið á gøtuni
Føroyar til sølu!
Hvagar eru vit á veg?
Feskur fiskur við bátabrúgvarnar
KÍ vann 3-0 á EB/­Streym
Vága Floghavn: 20 fólk uppsøgd