Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjørt spyr Helga um dálking við plásti

SKRIVAÐ: Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna  |  19.11.2019 - 08:13 Politikkur Tíðindi

Munnligur fyrispurningur um tiltøk at basa dálking við plasti, settur Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvismálum

 

1)     Ætlar landsstýrismaðurin at seta í verk tiltøk at avmarka dálking við plasti, sum mælt er til í tilmæli frá Umhvørvisstovuni?

2)     Um ja, hvørji av teimum 11 tilmælunum er ætlanin at fara undir fyrst og hvørji síðan?

3)     Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at styrkja samstarvið ímillum myndugleikar, vinnugreinar, áhugafeløg o.o., at fyribygja plastdálking av náttúruni?

4)     Er ætlanin at fylgja samtyktini hjá ES um at minka um ávirkanina á umhvørvið av plastúrdráttum, sum øll norðurlond gjøgnum ES ella EBS verða bundin av?

 

Viðmerkingar

Neyðugt er at seta fleiri tiltøk í verk, skulu Føroyar minka um ovurnýtsluna av plasti, sum tíverri í stóran mun dálkar náttúruna bæði á sjógvi og landi. Í vár handaði Umhvørvisstovan táverandi landsstýriskvinnu í umhvørvismálum eitt tilmæli um ymiskt tiltøk, sum kunnu vera við til at avmarka plastdálkingina í náttúruni, og kunnu tryggja, at plast verður burturbeint á rættan hátt. Tilmælini vóru 11 í tali:

1: Víðka pantskipanina fyri einnýtisíløt úr plasti. 2: Økja endurnýtslu av plasti frá bæði vinnu og húsarhaldum. 3: Gera virkisætlanir fyri at økja endurnýtslu og minka dálking við plasti frá ídnaði, landbúnaði, fiskivinnu og ferðavinnu o.ø. 4: Upplýsing til borgaran um plast. 5: Minka nýtsluna av beriposum úr plasti. 6: Forboð fyri høglskálum úr plasti. 7: Banna ella avmarka nýtsluna av einnýtis borðbúnaði o.ø. úr plasti, eitt nú knívum, gaflum, skeiðum, tallerkum, súgvirørrum, vattpinnum og pinnum til ballónir. 8: Forboð fyri smyrsli o.ø., sum hava mikroplast í sær. 9: Kunngerð um graslíkisvøllir. 10: Stuðulsskipan til havnir/skip, ið taka ímóti burturkasti, sum er tikið upp úr sjónum. 11: Loysn á dálking við spreingileidningum.

Grannalond okkara seta eisini miðvís tiltøk í verk á hesum øki. Eitt nú áseta nýggjar ES-reglur, at einnýtisplast verður bannað frá 2021.

 

Á Løgtingi 18. novembur 2019

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar