Lýsing
Lýsing

Sambýlið í Bøgøtu verður umskipað

SKRIVAÐ: nbh.fo  |  19.11.2019 - 17:14 Tíðindaskriv

Seinnapartin í gjár fingu níggju starvsfólk hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu prógv í samband við skeiðsvirksemi í demenssjúkum. Skeiðsvirksemið er liður í at førleikamenna starvsfólk til umskipanina á Sambýlinum í Bøgøtu, sum framyvir verður karmur um búfólk, sum hava fingið staðfest demens.

Norðoya Bú- og Heimatænasta arbeiðir støðugt við at menna tíðarhóskandi tilboð til borgarar, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku, og er hendan førleikamenningin ein liður í fyrireikingini til, at Sambýlið í Bøgøtu fer at hýsa borgarum, ið hava fingið staðfest demens.

Fleiri av starvsfólkunum á Sambýlinum í Bøgøtu hava drúgvar starvsroyndir, og kenna tískil eisini til tær avbjóðingar, sum koma fyri, tá demenssjúka rakar. Tó vóru allir skeiðsluttakararnir samdir í, at eitt tílíkt skeið hevur stóran týdning.

-Vit læra nógv nýtt, samstundis sum vit verða mint á, at arbeiðið, sum vit gera dagliga, er í tráð við tær vegleiðingar og krøv, sum verða sett til starvsfólk, ið arbeiða á økinum.
Umskipanin verður framd líðandi, og tí verður ein ávís skiftistíð, áðrenn Sambýlið í Bøgøtu kann kallast fyri eitt heim fyri borgarar, ið hava demens.

Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskir skeiðsluttakarunum hjartaliga til lukku við próvnum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í seks ár hava Bústaðir bygt fimm vanlig…
Eingin amerikansk hernaðarstøð í Føroyum
Carla Sands vitjaði Norðlýsið
Nýggjur Christian í Grótinum
Grind eigur at verða hildin til
KÍ á Tórsvølli sunnudagin
Brúdleyp - Valborg og Dánjal
Kappingin um løgmanssteypið byrjar við s…
Størri byggifyritøkur og smærri - neyðug…
Gøtu kirkju ungdómskór
Lands­stýrið vanvirðir Løgtingið og stýri…
Floksmannadagar í Hattarvík - eitt uppli…
Væl skipaður ferðafólka­flutningur
Koronologiskur filmsfestivalur hjá Tjóðp…
Ótakk var lønin hjá reiðaranum
Semja millum Fíggjar­mála­ráðið og Maskinm…
Saman loysa vit bústaðartrotið
Die Gedanken sind frei!
Føroya vakrasta hálvmaraton 2020 verður
Gloym okkum ikki heilt