Lýsing

Føroysk sendistova í Ísrael

SKRIVAÐ: Svenning av Lofti   |  20.11.2019 - 07:34 Lesarabrøv Mentan

Ein spurningur um dirvi

Í sambandi við ætlaðu føroysku sendistovuna í Jerusalem er komið fram, at einki forðar okkum føroyingum í at seta sendistovu á stovn uttan at spyrja danir, um sendistovan ikki er diplomatisk. Vit føroyingar hava eina slíka í Danmark. Tað er eina slíka ikki-diplomatiska sendistovu, ið ætlanin er at stovna í Jerusalem.

Ein sendistova í Ísrael er ein partur av undirskrivaða samgonguskjalinum millum stjórnarflokkarnar í Tinganesi.

Fólkatings- og løgtingsfólk hava verið í fjølmiðlunum við sínum ikki sørt dómadags- og ræðslukendu fráboðanum, fáa føroyingar eina sendistovu í Ísrael. Sagt verður, at:

   Diplomatisk kreppa spyrst burturúr.

   Trygd føroyinga verður í vanda.

   Umboðsstovan verður so dýr.

   Vit mugu fylgja EU-politikkinum mótvegis Ísrael.

   

Ikki eiti á døprum útsøgnum hjá dapurskygdum politikkarum, ið einans tykist hava sum endamál at ræða okkum føroyingar.

Daprar fráboðanir vóru sanniliga frammi, tá ið umboðini fyri jødiska samfelagið í Ísrael savnaðust hin 14. mai í 1948 at stovna státin. Grannalondini Egyptaland, Sýria, Libanon, Jordan og Irak hóttu við sameindum álopi á jødarnar og at reka teir út í Miðjarðarhavið, um teir vágaðu sær at stovna ísraelska státin.  

Men hóast hesar døpru hóttanir settu øll tey 25 umboð jødiska fólksins seg niður og skrivaðu órædd undir yvirlýsingina at stovna ísraelska státin. David ben Gurion las yvirlýsingina, ið varð beinleiðis send sum ein fráboðan til allan heimin.

   Her var ein djørv avgerð.

Í áliti á ”Klett Ísraels”, sum skrivað stendur í yvirlýsingini, stóðu jødarnir og nýborni státurin seg ímóti álopslondunum – og sigraðu.

Síðani hevur gingið fram hjá Ísraelsku tjóðini. Tey, sum byrjaðu við umleið 600.000 jødiskum íbúgvum, eru nú umleið 8 milliónir í tali umframt tær næstan tvær milliónir arabarar í landinum.

Jødar og Ísrael eru fremst á flestu økjum: Læknavísindi, landbúnaði, tøkni, hernaðarverju og mongum øðrum. Jú, vit føroyingar hava nógv at vinna við at hava føroyska umboðsstovu í Ísrael. Teir hava so nógv, ið kann gagna okkum sum tjóð – og kanska vit eisini teimum í onkrum føri.

Sum ferðaleiðari í Ísrael havi eg í mong ár biðið og longst eftir, at vit hava eitt hús í Jerusalem, ið kann verða ein føroyskur miðdepil, eitt heim, fyri okkum føroyingar, sum ferðast í Ísrael av handilsligum, ítróttarligum, mentanarligum, útbúgvingarligum ella andaligum orsøkum.

Ein slík ikki-politisk sendistova fær mín fulla og heilhjartaða stuðul.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Húsarhalds­skúlin: Alt væl
Bátatreffið avlýst
Tveir nýggir koronatilburðir eru staðfes…
Rógvi og Rigmor blivu føroyameistarar í…
Heilsan til M.C.
Spøl, felagssangur og framførsla íkvøld
Gott úrslit hjá BankNordik hóast eitt…
Føroyar varðveitir kredittvirðið
Tøkk - Sunvid Asta Højgaard, fødd Hansen
Børnini skulu hava betri karmar – nýggju…
Væleydnaða rørsluátakið hjá ÍSF og Fólka…
Grindir­nar nærkast hvørjari aðrari
Alneyðugt at tryggja atgongd­ina til nátt…
Kinkur komin í um Húsarhaldsskúlan
Løgmansrøðan verður vigað
Bátatreff: Norðlýsið á gøtuni fríggjadag…
Nýtt videobrot um angist
Jonn Johannessen er toppskjútti av U21-l…
KÍ hevur trý stig fleiri enn um somu tíð…
Krút sterka kvinnu­liðið hjá KÍ hevur nú…