Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt viðgerðartilboð móti Parkinson

SKRIVAÐ: Landssjúkrahúsið  |  22.11.2019 - 11:04 Tíðindaskriv

Mánadagin byrjaðu fyrstu sjúklingarnir í Føroyum viðgerð móti Parkinson við pumpu, eisini nevnd Duodopaviðgerð. Duodopapumpan tryggjar ein javnan streym av flótandi levodopa, ið er heilivágur, sum hevur víst seg at muna væl hjá sjúklingum við motoriskum avbjóðingum orsakað av Parkinson sjúku.

Viðgerðin verður givin gjøgnum sondu. Byrjað verður við nasalsondu, meðan rætta nøgdin av heilivágnum verður funnin. Síðani verður PEG-J sonda løgd, har framhaldandi viðgerðin við medisinpumpu verður sett til. Pumpan ger, at heilivágurin verður givin leypandi við at pumpa heilivágin beinleiðis inn í buggørnini  umvegis eina sondu. Hetta hevur við sær, at sjúklingurin upplivir eina betri javnvág í kroppinum í mun til ristingar og stívleika, sum eyðkenna Parkinson sjúku.

Pumpan kann havast í einum belti, einum vesti ella í einum snóri um hálsin. Sondan verður verandi í tarmunum, men sjálv pumpan kann takast av um náttina. Sondan verður verður løgd inn undir lokaldoyving, og síðani skal sjúklingurin vera innlagdur í eitt døgn. Eftir innleggjan av sonduni, verður sondan og pumpan tillagað av starvsfólkunum á deildini, og tilsamans kann sjúklingurin vænta at vera innlagdur í eina lítla viku fyri at fáa viðgerðina setta til.

Viðgerðin er ætlað Parkinson sjúklingum við serliga ógvisligum motoriskum avbjóðingum, og flestu sjúklingar hava ikki tørv á øðrum heilivági móti Parkinson sjúku, tá tey nýta pumpuna.

Kristian Winge, neurologur og serkønur innan Parkinson sjúku, stendur fyri viðgerðini í Føroyum. Á B7 eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava ábyrgd av viðgerðini, og hava tær fingið undirvísing frá donskum sjúkrarøktarfrøðingi við servitan á økinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…