Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eyðun á Bergi

Gjøgnumskygni í kapitalin og kreativitetin - takk!!

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  24.11.2019 - 06:52 Lesarabrøv Politikkur

Um fólk halda at útlendingar hava allan ræðisrættin og bestemma alt í einum felag, tá lógin sigur at útlendingar bert kunnu eiga ein fjóðring av felagnum og tí einans eiga ein fjóðring av partabrøvunum -
Hvussu kunnu somu fólk so hava álit á um sama lóg verður broytt til, at útlendingar als eingi partabrøv kunnu hava í sama felag og at hetta, ferð at tryggja tað at útlendsku samstarvspartnarar ongan ávirkan hava, á leiðsluna í felagnum og tær avgerðir leiðslan nú einaferð skal taka?

Í USA royndu tey seg við einum totalum rúsdrekkabannið, men tað gjørdi ikki amerikumenn meira edrúðar. Heldur tvørtur ímóti økti hetta um kreativitetin hjá teimum sum vildi hava fatur á rúsdrekka.

Soleiðis er eisini við kapitalinum. Tilfeingisvinnur; fiski- og alivinnan hava brúk fyri kapitali - rættiliga nógvum kapitali og tí er neyðugt at vit ikki leggja forðingar í vegin tí vinna/kreativitetur og kapitalur finna altíð saman. Teimum tørvar hvønn annan.

Tí er alneyðugt at vit í fiskivinnulóggávuni regulera kapitalin, soleiðis at hann arbeiðir til fyrimuns fyri føroyska borgaran í lokalsamfelagnum.

Uppgávan er fyrst og fremst at tryggja gjøgnumskygni, so ymsu partarnir, fiskimenn, flakakvinnur, manningar- og arbeiðarafeløg, landsmyndugleikar og íleggjarar vita hvar tey hava hvønn annan.

At bannað hvønn annan er ikki leiðin fram.

John William Joensen
Prentari

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku