Lýsing
Lýsing

Ongin dupultleiklutur

SKRIVAÐ: Annfinn V. Hansen, advokatur  |  25.11.2019 - 05:56 Lesarabrøv Tíðindi

Í sambandi við, at Kringvarp Føroya í nógvum sendingum, bæði í útvarpi og sjónvarpi, hevur umrøtt søluna av Asfaltverkinum á Sundi, er mín leiklutur í málinum viðgjørdur fleiri ferðir.

Eg verði lagdur undir at hava havt ein dupultleiklut í samband við søluna, sum eftir tí almenni tíðindastovnurin førir fram, er brot á reglurnar, sum galda fyri advokatar.

Hetta er skeivt.

Í samband við handilin av Asfaltverkinum, havi eg umboða seljaran, meðan Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, umboðaði Landsverk.

Longri er tann søgan ikki.

Men tað merkir ikki, at eg ikki havi gjørt arbeiðir fyri Landsverk í øðrum sambandi. Eg havi veitt ráðgeving í starvsfólkamálum og eg havi gjørt eitt notat um langtíðarleigu fyri Landsverk. Hetta gjørdi eg 15. november 2016, meðan sølusáttmálin viðvíkjandi Asfaltverkinum var undirskrivaður 6. oktober  - eisini í 2016.

So ja, eg havi gjørt arbeiðir fyri Landsverk, men ikki samstundis sum eg umboðaði mótpartin og ikki í viðurskiftum millum seljara og keypara í samband við Asfaltverkið.

Tað er ikki brot á nakrar reglur fyri advokatar.

Hetta fyri at tað faktuella í málinum aftur kann beinast inn á rætta kós.

 

Vinarliga

Annfinn V. Hansen, advokatur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin