Lýsing
Lýsing
Lýsing

Húsarhaldsskúli Føroya í rættuligum jólahýri

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.11.2019 - 19:45 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

At vit í Klaksvík fara at fáa eina skoytubreytt um nakrar fáar dagar, við Biskupstorg, hevur givið Húsarhaldsskúla Føroya eitt gott hugskot.

Núverandi næmingar á skúlanum  og gamlir næmingar eru stevndir til jólahugna á skúlanum, har endamálið er umframt hugnan, at binda "leyvið" til eitt jólatræ, ið KSS hevur designað til endamálið. 

Jóhanna á Tjaldrafløtti, fyristøðukvinna sigur við Norðlýsið, at ætlanin er at hetta "jólatræið" skal setast upp við skoytunbreytina í Klaksvík tá hendan kemur at virka einafer í komandi viku.

Tá vit vitjaðu í kvøld, var sera nógv virksemi. Næmingar og fyrrverandi næmingar sótu hugagóðir við stokkunum ímeðan Jóhanna, Poulina, Jenny dirigeraðu og samskipaðu arbeiðið.

Kvøldið er gjørt sum eitt hugnakvøld, har øll fáa kaffi og okkurt nýbakað frá skúlanum afturvið. 

Áhugavert verður at síggja hvussu endaliga úrslitið fer at síggja út. Einki er at ivast í, at tað verður eitt rættuliga kreativt handverk, sum kemur burturúr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum