Lýsing
Lýsing

Lívligur fundur um fiskivinnuna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.11.2019 - 09:27 Kykmynd Politikkur Tíðindi Vinna

Manningarfeløgini fingu sín boðskap út í sambandi við tilgongdina at gera nýggja sjófeingislóg, sum ætlandi verður samtykt áðrenn ársskiftið. Síðani var politiskt kjak har fleiri áhugaverd sjónarmið vórðu borðin fram á torg. Norðlýsið var einasti miðil á staðnum, vit tóku kjakið upp

Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið settu fiskivinnuna undir luppin í Smæruni ígjárkvøldið. Fitt av fólki vórðu møtt upp til fiskivinnufund í havn og sum fyrrverandi løgmaður málbar seg, so var hetta fyrstu ferð hann var til fiskivinnufund í Tórshavn.

Nýggja lógin um sjófeingi, sum samgongan ætlar at fáa samtykt í ár, var á breddanum. Teir tríggir formenninir fyri manningarfeløgini góðu sínar hugsanir til kennar, vegna teirra feløg. Manningarfelgini høvdu heitt á Eivind Jacobsen at greina tølini innan fiskivinnuna seinastu árini. 

Síðani varð politiskt orðaskifti og tá kom lív í. Djúpa gjáin millum samgongu og andstøðu brast út í ljósan loga og hetta sást best í orðadráttinum millum Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharra og Høgna Hoydal, fyrrverandi fiskimálaráðharra. 

Nógvir spurningar úr salinum. Vit fingu alt kjakið í kassan. Sí niðanfyri. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útróðurin - "eystan, lands­ynning og kava…
Presturin nógv at gera
Fólka­heilsu­ráðið haft samstarvsfund
Nú bleiv ein pensjonistur aftur sagdur ú…
A-landsliðið hevur fingið venjara og hjá…
SPEKT letur skrivstovu upp í Klaksvík
Føroya besti tippari skal finnast á Sona
Erling Joensen 85 ár
Tunnilsblaðið í gerð
Limafundur hjá Norðoya Heimavirki
Pól Sundskarð á ferð
Negativ renta skal ikki kunna áleggjast…
2019 var eitt gott ár hjá BankNordik
Gott og gevandi at vitja limirnar kring…
Djúpar gjáir
Fellisárið 2018, 3. partur
Norðoya Tjóðveldis­felag: Aðalfundur og v…
Eivør byrjar konsertferð í annaðkvøld
Ágóðin fer til lesi- og skriviveik
Brandur aftur við 10.000 pundum