Lýsing
Lýsing

Fiskivinnan í einari moralskari kreppu

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  01.12.2019 - 22:23 Politikkur Tíðindi

Á Fiskivinnfundi sum manningarfeløgini at skipaðu fyri í Havn hóskvøldi, gjørdi Pól Huus Sólstein, stjóri í sølufelagnum, North Pelagic, greitt at fiskivinnan var í einari moralskari kreppu.

Norðlýsið var einasti miðil sum var til fundin og hóast fundurin var í høvuðsstaðnum var ikki nógv fólk møtt til fundin. Tey flestu sum vóru á fundinum vóru fólk sum eru knýtt at vinnuni og sum komu úr øðrum pørtum av landinum.
Norðlýsið stroymdi partar av fundinum og kann fundurin síggjast á heimasíðu okkara TRÝST HER.
 
Fiskivinnan í einum moralskum aldudali
Á fundinum hevði Pól Huus eitt innslag um hvussu ávísir útlendingar hóreiggja sær í føroysku fiskivinnuni.
 
- Eg eri uppvaksin við fiskivinnuni, sum  er grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelag, sum vit kenna tað. Eg eri góður við fiskivinnuna alla sum hon er, og eg tosið ikki fyri meg sjálvan ella mítt felag/reiðarríð, men fyri alla fiskivinnuna tá eg sigi at hon er vorðin ein kastibløka og fótafesti sum hon hevði í føroyska samfelagnum og serliga í politisku skipanini er um at hvørva. Tað er bara at hyggja eftir tí sum verður skrivað á Facebook.
 
- Lat meg siga fyri fyrst: Tað sum er hent við Samherja í Íslandi er forkastiligt, og hetta er aktuelt fyri okkum tí hetta felagið er eisini eigari í føroyskum reiðarríði.
Og uttan at vilja tað verður fiskivinnan kastað enn longur út í eina moralska kreppu. Eina kreppu sum vit ikki eiga lut í men sum er verulig.
 
- Henda kreppa máðar burtur grundleggjandi virðir.
 
- Eg eri ikki serliga politiskur, eg eri fólkaligt liberalur – als ikki liberalist.
 
- Vit hava øll eina samfelagsskyldu ein samfelagsmoral. Tað skal verða reiðiligt og heiðurligt. Annars enda vit í einum bardaga móti ríkidømi við javnaði sum herrópi. Tað er mín sannføring at tað er av allar størsta týdningi at tann borgarligi liberali vongurin sigur frá tá marknaðar búskapurin verður brúktur á ein slíkan hátt sum ikki er til nakað samfelagsligt gagn.
 
- Um ikki – so verður tað eitt ótolandi státs-kontroll. Um allar føroyskar fyritøkur brúka advokatar fyri kr. 3.000,- um tíman at snúgva sær undan at taka lut í at skapa tað samfelagskøku sum skal bakast – so ferð vinnan og alt samfelagið í upploysn.
 
- Síðan eg byrjaði mína fiskasølu fyri 11 árum síðan hava vit selt 420.000 tons av fiski fyri 3,5 mia. Kr.
- Tá var ein aðaltáttur at samkoyra eina skipan frá marknað til manningina.
- Hetta skal skiljast á tann hátt at manningar luttóku í øllum útreiðslum frá sjógv til borð, og at allar inntøkurnar vóru gjøgnumskygdar. Alt er opið og manningar og manningarfeløg kunnu til einhvørja tíð koma til mín og síggja og spyrja.

Her er ein króna ein króna og ein túsundkrónuseðil ein túsundkrónuseðil. Og um ein søla í árinum gjørdist betur enn væntað so kemur hon til býtis við árslok.. Um eg kanska havi selt ov bíligt kunnu onnur døma um. Soleiðis skal tað verða.
 
- Men tá vit ferð eftir ferð síggi hvussu útlendsk feløg hóreiggja sær innan fiskivinnuna og upplivi hvussu vit eru endaði í einum moralskum aldudali, so má eg tala at. Uttan at fara í smálutir, so er virði  sum kemur til býtis alt avgerandi fyri føroyska samfelagið og ikki minst fyri manningarnar. Ger tað ikki tað so eru hesi virði aðrastaðni.
 
- Eg selji árliga áleið 40.000 tons um árið fyri áleið 350 mió. kr. . Um eg gjørdi sum míni útlendsku/føroysku kappingarneytar er prísurin, alt eftir hvat ár vit taka, millum 50 oyru og eina krónu minni enn hann átti at verið av røttum.
Gjørdi eg tað sama hevði eg havt 30 mió. kr. meira á botnlinjuni enn eg havi í dag. Tey sum vilja vit hvussu nógv eg tjeni kunnu fara inn á businessline at hyggja.

- Um vit falda hetta upp við tíggju árum so snakka vit um 300 mió. kr. . Hetta hava manningarfeløg skyldu til at hyggja eftir. Hetta ger at eg standi eftir sum ein hentur idiotur og gevi út meiri pengar enn mínir kappingarneytar. Men eg geri tað við gleði.
 
- Fyrr høvdu vit møl í klæðum, men nú hava vit møl í moralinum innan fiskivinnuna. Um alt bara skal snúgva seg um parteigara og kapitaloptimering so gongur galið. Vit hava brúk fyri veruligari patriotismu – føroyskari patriotismu. Í Føroyum skulu føroyingar ráða.
 
- Tað er beinleiðis skaðiligt fyri frælsishugsjónina og fyri kapitalismuna at fólk við valdi umsita sína framgongd á slíkan hátt at tað ikki gagnar øllum samfelagnum.

- Tá tað er sagt so má eg staðfesta at politiska skipanin hevur eisini verið við til at ein ávís kynisma sleppur at sníkja seg inn í fiskivinnuna – serliga í mátanum at tosað um fiskivinnuna uppá og sum politiska skipanin hevur viðfarið vinnuna.
Myndugleikin er eisini farin at hugsað sum ein partaeigari og at profitt maximera.
 
- Eg havi ikki tørv á at gera meg betri enn nakran annan, men eg sigi tað bara sum tað er. Føroyingar hava tørv á einari heiðurligari fiskivinnuni  við einari føroyskari sál við føroyskum virðum við einum stoltleika og við einum álitið og einari góðsku sum øll kunnu verða errin av. Vælferðarsamfelagið kann bert verða til við borgarans álitið og at fólk gjalda tað tey skulu og at tey sum hava nógv og ráða nógvum virka ábyrgdarfult í samfelagnum, segði Pól Huus Sólstein.
 
Dømi um skeivleika
Pól Huus tók eisini eitt ítøkiligt dømi fram.
 
- Taka vit og samanbera Norðborð við Næraberg, sum framleiða báðir heilfrystan svartkjafta til sama marknað. Munurin er at vit standa sjálvir fyri sølini av veiðuni meðan Næraberg letur útlendska part eigaran standa fyri søluni. Tølini kunnu øll lesa á vørn.fo.
- Taka vit eitt tíðarskeið frá 2010 til og við 2018 so hava vit selt í miðal fyri 90 oyru meira pr. kg. øll hesi árini.
 
(Red:  Sambært hagtølum frá Vørn seldi Næraberg í tíðarskeiðinum 2010 til 2018 156.144.653,- KG av heilfrystum svartkjafti fyri í meðal  90 oyru kr/kg  minni enn miðal kiloprís sum Norðborg seldi fyri. Sambært hesum er munurin millum prísin sum Næraberg hevur fingið fyri sína veiðu og tað sum Norðborg hevur fingið fyri somu vøru  140.530.187,70 kr. seinastu níggju árini)
 
Hví nú
Pól Huus Sólstein sigur at tað er ein orsøk til at hann nú hevur valt at tala at.
 
- Fiskivinnan í dag er ikki tann sama sum hon var fyri 10 árum síðan.  Í dag brúka vit pengar og rættiliga nógvar pengar bara fyri at fáa atgongd til ráðvøruna. Tá eg so síggi hvussu moralskt forkastiligt aðrir hóreiggja sær við at drena pengar úr fiskivinnuni , eri eg noyddur at tala at.
- Vit eru í beinleiðis kapping við hesar um tilfeingið og tað er bara at hyggja eftir farnum uppboðssølum fyri at síggja hvør vinnur kappingina. Nú landsstýrið er í ferð við tað ”endaligu” uppboðssøluna er umráðandi neyðugt at fult gjøgnumskygni  verður, sigur Pól Huus Sólstein at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…