Lýsing
Lýsing
Veðurstøðin hjá Vørn á Kirkju hevur tvey myndatól. Annað tekur mynd í einlandsynning; hitt tekur mynd vesteftir. Hendan myndin er tkin vestureftir beint eftir klokkan 09.30 í morgun. Vindurin hesa løtuna var 8 m/s, meðan støðin í Mykinesi vísti 20 m/s. So stórur munur er, tá ið ættin er útsynningur. | Mynd: vedrid.fo

Eitt sindur av vindi í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.12.2019 - 09:37 Tíðindi Veðrið

Tað verður eitt sindur av vindi í kvøld. Luft verður send úr einum hátrýsti á evropeiska meginlandinum til eitt lágtrýst mitt í Grønlandsfjørðinum.

Hetta er eitt nokkso djúpt lágtrýst, men tað fer ikki at koma nærri okkum. So vit fara at liggja í sama kvadranti í dag og í morgin – t.e. at ættin fer ikki at broytast stórvegis.

Gongdin verður í stuttum hendan, at vindurin fer at veksa spakuliga úr útsynningi fyrrapartin – úr 8 til 12 m/s klokkan 9 upp í 12 til 17 m/s á middegi. Tað er hvassur vindur. Fyri tað mesta turt – okkurt regnæl í støðum.

Seinnapartin broytist vindferðin ikki nógv, men ættin fer niður í sunnan ella vesturhallan sunnan. Framvegis turt fyri tað mesta.

Í kvøld veksur aftur eitt sindur – mesti vindurin verður á midnátt, 18 til 23 m/s. Skrið. Tá fer eisini at regna.

Nakrar tímar eftir midnátt slítur í, ættin fer at støkka í útsynning aftur, og vindurin fer at minka. Klokkan 8 er vindferðin komin niður í 5 til 10 m/s.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin