Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smoltstøðin á Strond hevur sett 1,1 millión smolt út í ringarnar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.12.2019 - 11:00 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Hóast heimsins størsta smoltstøð enn er eitt byggipláss, so gongur við rúkandi ferð at framleiða smolt til aliringarnar hjá Bakkafrost.

Rógvi Jacobsen, stjóri á smoltstøðini á Strond sigur, at hóast Bakkafrost í løtuni bert hevur yvirtikið helvtina av bygninginum á Strond ímeðan liðugtgerð av restini av heimsins størstu smoltstøð framvegis er í gongd, so hevur støðin longu nú í tveimum umførum latið smolt, sum er ment á støðini til aliringarnar hjá Bakkafrost.

Ætlanin er, at vit skulu framleiða smolt upp til 500 gram, men tørvurin á smolti til aliringarnar er somikið stórur, at vit higartil hava ment smolt her á støðini til 220-320 gram, sum vit hava latið ringunum hjá Bakkafrost.

Vit hava latið um1,1 millión smolt í hesi støddini. Aðrenn vit kunnu lata smolt út, sum eru 500 gram, so er í fyrsta umfari neyðugt at byggingin av støðini verður liðug, og harafturat mugu vit fáa stundir at byggja okkum neyðuga biomassan upp.

Einaferð var tosað um at støðin skuldi standa liðug á jólum í ár, men tað verður ikki. Men líkt er til at liðugt verður at byggja støðina komandi summar. Vit rokna við at kunna seta smolt út  komandi summar, sum er 350 gram og í 2021 skuldi framleiðslan av 500 gram smolti verið komin í fasta legu, sigur Rógvi Jacobsen, stjóri á smoltstøðini á Strond.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund