Lýsing
Lýsing
Lýsing

EM: U19-dreingirnir í sterkan bólk

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.12.2019 - 11:18 Ítrottur Tíðindi

Nú er greitt, hvørjum londum føroysku U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í fyrsta umfari í EM-undankappingunum, sum verða í oktober og november komandi ár. Og sum nakað nýtt, skal føroyska U18-landsliðið eisini taka lut í EM-undankapping.

U17-dreingirnir komu í bólk 5, saman við Turkalandi, Russlandi og Gibraltar. Kappingin verður spæld í Turkalandi frá 5. til 12. oktober 2020.

Lutakastið fyri U19-landslið háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 13. Og talan gjørdist um rættuliga sterka mótstøðu fyri okkara dreingir. Føroyar skulu møta Spania, Belgia og Finnlandi. Kappingin verður í Belgia frá 10. til 17. november komandi ár.

Men tað eru ikki bara U17 og U19, sum skulu spæla undankappingar komandi ár. Sum nakað nýtt fer UEFA eisini at skipa fyri undankapping fyri U18-landslið, og verður hendan kapping í stóran mun spæld eftir sama leisti sum UEFA Nations League.

U18-landsliðið kom í bólk C3, saman við Andorra, Montenegro og Aserbadjan. Bólkur C3 verður spældur í Andorra frá 22. til 28. september.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…