Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spennandi dagur á Biskupstorgi

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  03.12.2019 - 16:21 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í morgun varð síðsta hond løgd á serstaka kompressaran, sum er settur upp í kjallaranum í Biskupstorgi, ið skal veita kulda til skoytubreytina.

Kompressarin fær kalda returvatnið frá “Býarskipanini”, fer inn vekslarin og restvatnið ella avkastið frá kompressaranum er heitt vatn, sum so verður pumpað aftur til at hita “fram-vatnið”, sum fer niðan í Birkupstorg og býin annars.

Talan er um eitt CO2 anlegg, sum ger kuldan til skoytubreitina. Tí eru CO2-varnarar settir upp í kjallararúminum, har kompressarin stendur, sum fara til eina fráboðanarskipan og eisini til eina telefon. Ventilatiónskipanin er gjørd soleiðis, at undirtrýst er í hesum rúminum, sum kompresarin stendur í mun til grannarúmini. Frá rúminum er útsúgvingarskipan.

Kompressarin verður tendraður í næstum og skal koyra í eini tveir-tríggjar dagar, til øll breytin er fryst. Síðani er nýtslan eftir tørvi og spælur vindur, hitalag og regna nakað inn her.

Skoytur í øllum handans støddum heilt frá lítlum upp í nr. 50 eru tøkar – og til tey, sum ikki eru so køn og sikkur á skoytubeinum, ber til at styðja seg við eina “Pingvin”, sum ikki skoytar so lættilga.

Spennandi verður at royna hesa serstøku skipan, sum eftir ætlan skal vera umhvørvisliga og rakstrarliga lagalig. Eftir ætlan letur skoytubreytin upp komandi leygardag 7. desember.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni