Lýsing
Lýsing
Lýsing

Loynifundurin við Feng Tie - leggið fakta fram!

SKRIVAÐ: Sjúrður Skaale  |  03.12.2019 - 16:56 Politikkur Tíðindaskriv

Nú gita eisini útlendskir miðlar Feng Tie-fundin. Eitt git er, at sjálvur fundurin var prógv um, at Huawei verður brúkt av kinesisku stjórnini. Bara landsstýrið kann steðga gitingunum – við at leggja fakta fram.  

Hví kallaði kinesiski sendiharrin, Feng Tie, landsstýrið á fund 11. november? Tað einasta vit vita eru orðini frá tíðandaleiðaranum, Georg L. Petersen um, at hetta hevur týdning fyri alt Føroya fólk, og nakað, sum vit eiga at vita. Tí vil hann so fegin vil sleppa at fortelja okkum tað. 

Og Georg er ikki so ábyrgdarleysur, at hann kundi funnið uppá at sagt nakað, sum kann skaða okkum, um hann sigur tað alment.

Talan kann altso IKKI vera um eymar spurningar, sum seta trygd ella avgerandi áhugamál í vanda, um søgan verður fortald.

Tað er altso alvorligt – men landsstýrið vil hava tað tagt burtur. Hvat kann tað vera?

 

Marknaðurin

Tað hevur sjálvandi verið dúgliga gitt um hetta í allan dag. ”Søgan” um fútaforboðið er so góð, at gitingarnar bara fara at vinda uppá seg – bæði í Føroyum og Danmark. Inntil landsstýrið steðgar teimum við at leggja fakta fram.

Og tá tað verður gitt millum manna kortini, kann mann akkurát tað sama gera tað alment: Mest endurtikna gitið er, at landsstýrið hevur fingið hesi boð:

Vissi almenna føroyska fyritøkan Føroya Tele ger sáttmála við kinesiska Huawei um 5G-netið í Føroyum, so stendur tann risastóri kinesiski marknaðurin opin fyri Føroyum. Steingja vit fyri Huawei, so verður trengri hjá føroyskum vørum at koma inn á kinesiska marknaðin.

Hetta verður gitt, tí tað er ikki óvanligt, at Kina brúkar atgongdina til sín velduga marknað fyri at fáa sín vilja. Tað sóu vit m.a. tá norska nobelnevndin lat einum persóni nobelfriðarheiðurslønina, sum var kritiskur móti Kina. Norskt vinnulív misti snøgt sagt atgongdina til kinesiska marknaðin í mong ár.

Hevði hetta hent hjá okkum, hevði tað verið ein ordans smeitur.

 

Landsstýrið blandar seg ikki – og dog

Boðini frá landsstýrinum eru, at Føroya Tele eigur avgerðina – og dog.

Tað er eisini sagt úr Tinganesi, at koma nøkur prógv á borðið, sum vísa, at Huawei samstarvar tætt við kinesisku stjórnina, so er støðan øðrvísi.

Helgi Abrahamsen hevur sagt, at hann ikki lurtar eftir USA, men eftir Forsvarets Efterretningstjeneste, sum gevur ”neutralar” upplýsingar, sum hann málber seg. Og boðini frá FE hava verið, at eingin prógv eru um nakað við víkjandi Huawei.

Men tað, sum stendur um Kina í seinastu almennu rapportini frá donsku fregnarstænastuni, er m.a. hetta:

”Kina har samtidig siden etableringen af Det Nationale Sikkerhedsråd i 2013 iværksat reformer af landets nationale sikkerhedslovgivning. Reformerne har blandt andet medført en række lovændringer og nye love relateret til Kinas nationale sikkerhed, heriblandt en opdatering af Kinas lov om kontraspionage (2014), Kinas nationale sikkerhedslov (2015), Kinas anti-terrorlov (2016), Kinas cybersikkerhedslov (2016) samt Kinas efterretningslov (2017). Sidstnævnte lov formaliserede de kinesiske efterretningstjenesters mulighed for at pålægge virksomheder, organisationer eller enkeltpersoner at udlevere oplysninger, der har betydning for Kinas nationale sikkerhed.”

Og meira nágreiniliga um 5G stendur hetta:

”En række kinesiske teknologivirksomheder har på få år etableret sig som internationalt konkurrencedygtige. Investeringer i forskning og udvikling har f.eks. sikret kinesiske virksomheder en førerposition på bl.a. 5G-området, men har samtidig tiltrukket sig global opmærksomhed. Håndteringen af de teknologiske og sikkerhedsmæssige udfordringer forbundet med 5G- og kinesisk teknologi er hidtil blevet håndteret forskelligt og ikke koordineret af de enkelte lande i Europa. Der er i den forbindelse bl.a. opmærksomhed på spørgsmålet om den kinesiske efterretningslovgivning fra 2017 og risikoen for, at kinesiske efterretningstjenester i en given situation vil kunne pålægge kinesiske virksomheder at udlevere oplysninger.”

So hóast Forsvarets efterretningstjeneste hevur sagt við Helga Abrahamsen, at eingi prógv eru, so umrøður stovnurin altso kortini vandin.

 

Var hetta eitt prógv?

Eg havi IKKI skil fyri teknikkinum internetrygd. So hvørjum skal mann trúgva?

Fólk frá Huawei-Danmark hava verið so vinalig at geva mær eina drúgva frágreiðing um hetta, sæð úr teirra sjónarhorni. Tað virkaði sannførandi.

Hinvegin: At afturvísa tí, sum amerikanskir diplomatar siga, er eisini trupult.

Tann stóru spurningurin er hesin: Er Huawei ein óheft fyritøka, ella er hon – ella kann hon gerast – eitt amboð í hondunum á kinesisku stjórnini?

Helgi Abrahamsen hevur einki prógv sæð um tað seinna, sigur hann. Tað havi eg heldur ikki. Men umrødda lóggáva letur altso upp fyri møguleikanum.

Helgi sigur, at hann ger einki, so leingi eingi prógv eru á borðinum. Tað má vælsaktans hinvegin merkja, at hann GER okkurt, um prógv ERU á borðinum. Og hevur Feng Tie, ambassadørur, knýtt føroyska atgongd til kinesiska marknaðin at Huawei í Føroyum - so er prógvið har. So var sjálvur fundurin millum ambassadørin og landsstýrið eitt prógv.

Hvat ger Helgi so?

Her eru nógv atlit at taka: 

Viðurskiftini við USA – ikki minst nú hernaðarliga virksemið kring Føroyar helst fer at økjast. Atgongdin til kinesiska marknaðin. Viðurskiftini við grannalond – eisini Danmark. Trygdin hjá føroyingum. Framtíðin hjá Føroya Tele sum veitari av tænastum til oljuplattformar. Og mangt annað.

Eg veit ikki hvat er rætt – men eitt er vist: Hetta má viðgerast í opinleika.

Loyniligir fundir og fútaforboð er tað ringasta sum kann henda fyri júst hetta málið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…