Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Allan V Crane/TTFA Media)

Darius Lewis er blivin A-landsliðsleikari

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.12.2019 - 22:03 Ítrottur Tíðindi

Frá bonkinum í KÍ til A-landslið.

Darius Lewis var partur av besta hópinum hjá KÍ í 2019. Á besta liðnum spældi hann sambært FaroeSoccer 473 minuttir og skoraði 3 mál. Á vinnandi 1.deildarliðnum var hann toppskjútti hjá KÍ við 14 málum í 14 dystum. Men áðrenn kappingarenda gjørdist greitt, at Darius helt ikki fram í KÍ.

Men Darius hevur ikki hildið frí síðani kappingarenda. Hann hevur fingið ‘’debut’’ fyri A-landsliðið hjá Trinidad og Tobago. Tað hendi 10. november, tá hann kom inn í venjingardysti móti Anguilla. Darius kom inn í 62. minutti og skoraði tvey mál í 15-0 sigrinum hjá Trinidad og Tobago.

Bæði foreldrini hjá Darius eru frá Trinidad og Tobago, og tað er orsøkin til, at hann umboðar hetta landið. Niðanfyri er tíðindafundur eftir dystin, har landsliðsvenjarin hjá Trinidad og Tobago rósar fyrrverandi KÍ-álopsleikaranum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum