Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skála í stórum trupulleikum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.12.2019 - 20:54 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum mikudagin) Støðan er kanska mest hættislig hjá Skála av øllum liðum í Betri Deildini. Tað er alment kent, at felagið hevur fíggjarligar trupulleikar, og at leikarar ikki hava fingið løn til tíðina. Og fíggjarligu trupulleikarnir síggja út til at fáa stórar avleiðingar fyri 2020. Higartil hevur Skála mist seks leikarar, tríggjar til Víking og tríggjar til NSÍ. Og væntast kann, at talið av frágongd kann fara at økjast. Fróði Benjaminsen og Pætur D. Jacobsen eru ivasamir, meðan Ronni Møller-Iversen og Heðin Klakstein væntandi ikki halda fram. Nýggi venjarin Bill M. Jacobsen skal helst leita á lægri hillum enn flestu av hinum venjarunum, tá hann skal hyggja eftir styrki, tí pengar ikki eru til høgar lønir. Har stendur tað helst millum at fáa/leiga eykaleikarar frá størru feløgunum ella at leiga heilt ungar leikarar, sum enn ikki eru komnir framat í øðrum feløgum. Skála hevur havt sínar fyrstu venjingar í vetur og m.a. vóru báðir brøðurnir úr Klaksvík, Niels Pauli Danielsen(hevur sáttmála fyri 2020) og Aksel B. Danielsen, millum teir, sum vandu við. Nógvir leikarar eru til venjing, men talan er í stóran mun um leikarar, sum í 2019 spældu á næstbesta liðnum, sum flutti niður úr 1.deild.

 

Tilgongd:

Bárður á Reynatrøð

 

 

Frágongd:

Jákup Johansen

Haraldur Højgaard

Ari Olsen

Karstin Hansen

Jákup Jakobsen

Sonni Højgaard

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað